Far til forsíðu
SAR-bók Føroyar (PDF file written in english)

 

Føroya Landsstýri yvirtók SAR-uppgávurnar frá Danmark og stovnaði MRCC Tórshavn í 2002. SAR-bókin fyri Føroyar var gjørd av Fiskimálaráðnum og MRCC Tórshavn í 2003. Tórshavnradio og MRCC Tórshavn vóru samanlagdir til ein stovn í 2004.

SAR bókin fyri Føroyar er grundað á altjóða reglugerðir og vegleiðingar, og hevur til endamáls at gagnnýta verandi kapasitet best møguligt, fyri at hjálpa neyðstøddum innan ábyrgdarøkið hjá MRCC Tórshavn og Tórshavnradio.

At byrja við var MRCC/TR undir táverandi Vaktar- og Bjargingartænastuni. Síðani var MRCC/TR lagt undir Tilbúgvingarstovn Føroya, og frá 01. januar 2011 er MRCC/TR vorðin ein sjálvstøðugur stovnur undir Fiskimálaráðnum.


SAR-bókin, sum MRCC/TR arbeiða útfrá, var ikki dagførd síðan hon var skrivað í 2003, hóast broytingar hava verið gjørdar, serliga av tí, at MRCC/TR hava verið ISO 9001 góðkendir síðan 2007.  SAR bókin er nú dagførd og er á enskum máli, fyri at stovnar og tey sum virka í tí føroyska sjóøkinum kenna grundarlagið fyri virkisøkið hjá MRCC/TR.

Dálking á sjónum er ikki tikin við í dagføringini, tí tann parturin liggur undir Landsverkið.


SAR-bókin er løgd út á heimasíðuna hjá MRCC/TR til kunningar fyri øllum áhugaðum.

 

 

 

Revised:
June 2012