Far til forsíðu
Tíðindi
Sornfellið virkið aftur.
Vegna umlegging var alt VHF samskiftið hjá Tórshavn Radio, sum gongur yvir Sornfellið lagt stilt. Arbeitt hevur verði við at flyta antennurnar yvir í nýggju mastrina, og somuleiðis er sendiútgerðin flutt í onnur høli.
Leiting í Skopunarfirði
Bátur sokkin í Skopunarfirði og ein maður saknaður.

Klokkan 02.01 í nátt fekk MRCC boð um at farmaskipið Mykines hevði borið við á ein lítlan bát. Mykines vendi við beinanvegin og fór at leita eftir bátinum og fann hann. Teir settu so MOB bátin út og fingu bjargað einum manni av glastrevjabátinum. Trolarin Bakur var staddur stutt...
Starvslýsing: Tøkningur til MRCC Tórshavn
Vørn søkir eftir einum tøkningi til MRCC Tórshavn.

Starvið
Tøkningurin hevur ábyrgdina av tekniska útbúnaðinum á stovninum. Høvuðsuppgávurnar fevna m.a. um.

• viðlíkahald og rakstur av tekniska útbúnaðinum hjá Tórshavnradio
• viðlíkahald og rakstur av telduútbúnaði hjá MRCC Tórshavn
• viðlíkahald av...
Rás 16 og 23 á Hestinum í Suðuroy eru aftur virknar
Kunngerð: Tøknisku umleggingarnar á Hestinum í Suðuroy, ið hava verið gjørdar seinastu dagarnar, eru fyribils endaðar, men ikki heilt liðnar. VHF-antennurnar hjá Tórshavnradio eru fyribils komnar upp í 25 metra hædd, men ætlanin er, at hesar skulu upp í 50 metra hædd, ið er hæddin á nýggju mastrini á Hestinum. Hetta arbeiðið verður ætlandi gjørt í...
Áheitan á fólk, sum ferðast við báti.
Nú, tá tíðin við bátafestivalum nærkast og frítíðarbátarnir so smátt fara í gongd aftur, vil MRCC Tórshavn koma við hesi áheitan:


1. Siglið ikki ávirkaði.

2. Kannið veður, vind og streym, áðrenn farið verður.

3. Siglið ikki troytt og móð.

4. Havið kravda bjargingarútgerð...
Tyrlan bjargaði 10 monnun av Vesturland, tá ið eldur var komin í skipið.
Um-12-tíðina leygardagin 7. jan boðaði Vesturland frá eldi umborð. Eldurin var kyknaður har frammi undir bakkanum. Øll manningin, sum taldi 10, savnaðist uppi á brúnni.
MRCC boðaði beinanvegin tyrluni, Brimli og Vædderen frá um hendingina. Somuleiðis bleiv MayDay Relay sent út, soleiðis at skip á leiðini eisini kundu gera vart við seg, um tey...
Stór venjing vestanfyri
Týsdagin 26. apríl var stór venjing vestanfyri. Luttakandi eindir vóru úr Føroyum og Íslandi saman við dansku sjóverjuni. Hetta eru sonevndar Dynamic Mercy venjingar, sum eru samskipaðar í NATO høpi, og eru annaðhvørt ár.
Uppleggið var, at eitt gamalt íslendskt fiskiskip, sum skuldi høggast upp, var ávegis úr Íslandi. Skipið hevði givið boð...
VHF - arnir rigga ikki nóg væl hjá smábátunum.
Vaktarskipini sleipa ofta bátar til lands, sum hava trupulleikar. Men samskiftið verður illa darvað av, at VHF sendararnir umborð á summum bátum rigga ikki nóg væl.

Nú bátarnir royna á Norðhavinum, og bátatíðin nærkast, er umráðandi at bátur og trygdarútgerð er í góðum standi. Men tað kann staðfest, at ikki allir bátar hava VHF’in í...
Brimil, Triton og MRCC høvdu venjing í Tangafirði
Brimil, Triton og MRCC Tórshavnradio høvdu eina venjing 15-01-2016 í Tangafirði og har runt um. Í samband við venjingina vóru 2 dukkur í sjónum.
Nú er eingin MF-sendari tøkur
Sum áður greitt frá, so hevur støðan verið sera vánalig viðvíkjandi MF-sendarunum hjá Tórshavnradio. Upprunaliga vóru 4 MF-sendarar uppi á Varða, men meginpartin av hesum árinum hevur bert ein verið eftir. Hann varð so settur sum DSC-sendari, so Tórshavnradio kundi kvitta fyri einum møguligum DSC-neyðarkalli. Tøkniliga avleiðingin av hesum varð...
Tórshavnradio gevst við samtalum.
17. september 2015


Aftan á at hava avgreitt skipssamtalur í fleiri áratíggir, gevst Tórshavnradio við hesi tænastu á nýggjárinum.
Øll, sum eru komin upp í miðal aldur, munnu minnast, at í øðrum hvørjum føroyskum heimi stóð útvarpstólið á fiskabylgjuni, kanska serliga har sjómaður var í...
Hava lagt sendaran um.
Nú tá støðan hjá Tórshavnradio er soleiðis, at bara ein millumbylgjusendari er tøkur, er valt at leggja sendaran um soleiðis, at hann bert verður brúktur til DSC.
Hetta hevur við sær, at nú fær Tórshavnradio kvitta fyri einum DSC neyðarkallið, men fær ikki tosað á neyðrásini 2182, sum allar mannagongdir krevja. Tí er avtalað við Brimil, at...
Fáa ikki kvittað fyri móttøku av DSC-neyðarkalli á millumbylgjuni
Tríggir av fýra millumbylgjusendarum Uppi á Varða eru farnir. Tórshavnradio fær tískil bara samskift á millumbylgjuni á neyðrásini 2182. Nýggir millumbylgjusendarar eru í umbúna, men veitingartíðin er 4-5 mánaðir.

Millumbylgjusendararnir Uppi á Varða eru meira enn 30 ára gamlir. Upprunaliga vóru fýra sendarar, harav ein var brúktur...
Navigational warning 10/2015
In the period of 1st. of june to 30th. of september the M/V Stril Explorer, call sign 2EB19, will perform ROV based geophysical survey south, west and north of Faroes within a distance of 250 m, along a line through following positions:

1. 63.34,744 N 010.08,868 W
2. 63.23,437 N 009.49,401 W
3. 62.47,117 N...
VHF - arnir rigga ikki nóg væl hjá smábátunum.
Vaktarskipini sleipa ofta bátar til lands, sum hava trupulleikar. Men samskiftið verður illa darvað av, at VHF sendararnir umborð á summum bátum rigga ikki nóg væl.

Nú bátarnir royna á Norðhavinum, og bátatíðin nærkast, er umráðandi at bátur og trygdarútgerð er í góðum standi. Men tað kann staðfest, at ikki allir bátar hava VHF’in í...
Venjing umborð á Norrønu
Klokkan 8.30 í morgun boðaði Norrøna frá til Tórshavn Radio, at eldur var í maskinrúminum. Skipið var tá statt millum Stong og Eystnes. Danska sjóverjuskipið Thetis og vaktarskipið Brimil vóru í økinum, so tey komu skjótt til Norrønu.

Harafturat vóru bjargingarbátarnir Ziska úr Klaksvík, Vón av Eiði, Sverri úr Vágunum og Lív úr Havn...
Nýggir vitar á Sørvágfjørði
Tveir nýggir Vitar á Sørvágsfirði sum niðanfyri standandi:
Nýggjur viti í Sørvági (Sørvágs havn):

Vitaslag: Vinkulviti
Staðseting: 62° 04,3227´ N
07° 18,7110´ W
Matr. nr. 417 Sørvágur
Karakterur: ISO WRG 2s (1+1)
Intensitetur, nátt: 75 cd svarandi til 5 nm
Vitavinklar: G 283,18°-288,18° ...
Grunnabarð fekk góða hjálp á feltinum
Seinnapartin í gjár fór Grunnabarð at leka í maskinrúminum, tá skipið var á veg á fiskileið at partrola eftir makreli. Við góðari hjálp frá skipum á leiðini eydnaðist at fáa tamarhald á støðuni og skipið siglir nú spakuliga móti landi.

MRCC fekk fráboðan frá reiðarínum South Pelagic klokkan 15.39 um, at leki varð í maskinrúminum á...
Væl nøgdir við bjargingina
Hósdagin var eftirmetingarfundur umborð á Brimli um bjargingarinnsatsin, tá eldur kom í russiska trolaran North Ocean. Á fundinum vóru tríggir av manningini á Brimli, fimm av manningini á Thetis og so fimm starvsfólk hjá MRCC Tórshavn. Bæði Thetis og Brimil lógu á Kollafirði hendan dagin. Samanumtikið var semja um, at bjargingin gekk væl og at...
Eldur í umborð á russiskum trolara
Kl. 23.05 tann 05. januar fekk MRCC Tórshavn boð um, at eldur var í maskinrúminum á russiska trolaranum North Ocean, sum royndi eftir svartkjafti umleið 90 fjóringar suður úr Akrabergi. Manningartalið var 32. Einki samband fekst beinleiðis við North Ocean, men Christian í Grótinum og russiska skipið Melkart II veittu neyðuga samskifti við...
Forkunnug vitjan á MRCC
Manningin á flogfarinum hjá íslendsku sjóverjuni vitjaði seinnapartin týsdagin MRCC.

Flogfarið var í Føroyum í samband við virksemi hjá donsku sjóverjuni í Føroyum, og í hesum sambandi komu teir á gátt hjá MRCC á Tinghúsvegi 64 í Havn.

Ætlanin var at hava eina venjing mikudagin um middagsleitið, áðrenn flogfarið skuldu yvir...
Kostnaðarmikið illveður hjá Tórshavnradio.
Eina náttina herfyri gekk toran og so illa vildi til, at tað hendi skaði í radioútgerðini hjá Tórshavnradio á Støðlafjalli. Starvsfólkið legði til merkis, at alt var ikki, sum tað skuldi. Og samband fekst ikki við alla útgerðina. Tó var ikki veður at fara niðan á Støðlafjall at kanna hvussu til stóð.
Mánadagin 29. sept var veðrið tó so...
Stór venjing í ein útnyrðing úr Mykinesi.
Týsdagin 29. apríl var stór venjing norður vestanfyri Føroyar. Venjingin var eitt úrslit av samarbeiði millum MRCC Tórshavn, JRCC Ísland og flogmyndugleikan ISAVIA í Íslandi. Tað er ISAVIA, sum hevur ábyrgdina av flogferðsluni í føroyskum luftrúmi.
Hendingin ímyndaði ein lítlan flúgvara við fýra fólkum á veg til Vágarnar frá Egilsstøðum í...
ISAVIA heldur skeið fyri Vørn
Tað hevur í fleiri ár verið tætt samband millum ISAVIA og MRCC Tórshavn. Serliga ein maður, Egill Thordarson, hevur verið nógv í Føroyum, og hevur roynst MRCC Tórshavn ein hollur stuðul.
Og nú í februar hevur verið nógv skeiðsvirksemi. Fyrst fóru 2 menn frá MRCC og Tórshavnradio til Íslands á skeið, og seinni í februar komu tveir mans úr...
Givnir at leita eftir manni, ið slóð út av Anitu/OW2124, norðanfyri Ytstabanka.
Maðurin, ið slóð út av Anitu er ikki funnin hóast Brimil og Anita hava leitað bæði í gjár og í dag.
Leitingin er steðgað nú tað er vorðið myrkt. Útlitini at finna mannin eru nú sera vánalig, eftir at so long tíð er fráliðin og leitiøkið er vorðið so stórt.
Tað var týskvøldið tann 11. Februar umleið klokkan 19 at maðurin fór fyri borð....
Roynið DSC-in
Seinasta ár gjørdi Tórshavnradio eina brúkarakanning millum skip undir Føroyum. Kanningin varð gjørd á tann hátt, at manningin á Tjaldrinum og Brimli, sum fór umborð á fiskiskip til fiskiveiðieftirlit, hevði eitt spurnarblað við sær umborð. Spurnarblaðið bleiv so svarað av skipara ella stýrimanni meðan fiskiveiðieftirlitið var umborð. Hetta...
Vert at vita, -vandar á vanligum siglingarleiðum.
Tað kann vera ørkymlandi hjá bátum og skipum, sum sigla leiðir, har tað allar tíðir hevur verið opið hav, at nú kann ein møta blinkandi boyum og aliringum og øðrum siglingarvandum. Men tað er blivið veruleiki, bæði eystanfyri Nólsoynna og í Vestmannasundi.
Í Vestmannasundi verða royndir gjørdar við einum orkuverki og eystanfyri Nólsoynna...
Bjargingarbátarnir hava lyft føroyska tilbúgving á eitt hægri støði
Fyri stuttum kom bjargingarbáturin Sverri, sum Vága Bjargingarfelag kemur at standa fyri. Hesin báturin er tann triði í røðini, sum er komin, síðan Løgtingið gjørdi av at stuðla fíggjarliga fyri at fáa bjargingarbátar til vega.

Fyrst at fáa ein bjargingarbát var Norðoya Bjargingarfelag, sum í 2005 keypti ein úr Onglandi. Hesin kom til...
Stórur ampi av kinesiskum lampum
Seinastu árini er tað vorðið alt meira vanligt, at senda kinesiskar lampur upp, tá ið okkurt serligt er á skránni. Tað sær eisini vakurt út í góðveðri, at síggja ljósini fara upp eftir. Ein kinesisk lampa, eisini kallað himmal ljós, er eitt stearin ljós undir einari lættari ballón. Hitin frá ljósinum fær ballónina at lyfta seg upp frá.
Hesi...
Nýtt navn og búmerki
Í fjør varð gjørt av, at leggja stovnarnar Fiskiveiðeftirlitið, MRCC Tórshavn, Tórshavnradio, Tilbúgvingarstovn Føroya og Veðurtænastuna, saman í ein stovn.
Endamálið var, at samskipa partar av virkseminum har hetta var gjørligt. Nevnast kann felags roknskapar- og fíggjarstýring, journalstýring, innkeyp og annað.
Mett varð eisini, at...
Stór venjing í Nólsoyarfirði
Mánamorgunin 13.mei varð skipað fyri stórari venjing í Nólsoyarfirði. Venjingin var fyriskipað av Smyril-Line, MRCC, Løgregluni, Sjóvinnustýrinum og øðrum pørtum innan fyri tilbúgving.
Tað er krav hjá Norrønu, at ein slík venjing er minst annað hvørt ár. Seinasta venjing var í 2011, og tá hendi tað, at venjingin var ov skjótt liðug. So hesa...
Tætt samstarv millum Føroyar og Ísland innan bjarging og tilbúgving.
Ísland hevur ábyrgdina av føroyska luftrúminum og í tí sambandi hevur verið tætt samstarv millum íslendsku flogmynduleikarnar og MRCC Tórshavn í fleiri ár.
Í heyst varð skipað fyri fleiri stuttum “table top” venjingum, har allir vaktgangandi á MRCC Tórshavn og JRCC Iceland skuldu taka í móti boðum frá íslendsku flogmynduleikunum um flogfør,...
Felags leitivenjing eystanfyri
Fyrrapartin ídag, frá kl 0900 ímorgun til umleið middags, hava Brimil, Tjaldrið, Lív, Ziska, Triton, og so eisini nýggi báturin hjá Eiðis bjargingarfelag Vón, luttikið í eini felags venjing eystanfyri.

Føroyska bjargingartyrlan hevði í morgun slept 4 dukkum á sjógv, sum leitað var eftir, men tyrlan var annars ikki við í sjálvari...
Sjúkraflutningur av skipi
The fishing vessel Kristina / TFPO contacted MRCC Torshavn at 0911 Z this morning and requested medical evacuation of a crew member having injured his hand.

The faroese rescue helicopter OYHSR was called out at 0914 Z, was airborne at 0930 Z, and arrived at the vessel at 1040Z.

Once the patient was hoisted onboard, the helo...
SAR Operation - Sailing vessel Rzeszowiak
On the 4th of September 2012 at 0638 UTC a Cospas Sarsat signal was received from the Polish Sailing vessel Rzeszowiak / Call Sign SPG 2941. The position given was 61 25.1 N, 009 41.9 W, which is some 80 nm SW of the Faroe Islands. There was a NW-ly storm in the area, wind appr. 30 - 35 m/s, and rough seas with waves up to 10 - 12...
Sjúkraflutningur av skipi í ein landnyrðing úr Føroyum
MRCC/TR fekk kl 0930 í í gjáramorgunin eina umbøn um sjúkraflutning av einum føroyskt flaggaðum farmaskipi 180 fjóringar í ein landnyrðing úr Føroyum. Sjúklingurin, sum er íslendskur ríkisborgari, hevði andaneyð.
Rescue SR, tyrlan, varð boðsend at fara beinanvegin, men fyrst mátti tyrlan bunkrast full av brennievni í Vágum, áðrenn ferðin...
Venjing saman við Statoil í samband við oljuboring
Press Release

Exercise, Exercise, Exercise

Scenario: MRCC/Tórshavnradio at 09:21 local time today 11. July 2012 received information about an incident where the supply vessel KL Brofjord (K-Line) collided with rig COSL Pioneer drilling the Brugdan II well 153 km. southeast of the Faroe Islands. One person onboard KL Brofjord...
Færøernes Kommando flytir inn í leigaði hølir á Tinghúsvegi 64 í Tórshavn
MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovnur Føroya hava í dag skrivað undir leigusáttmála við Færøernes Kommando, sum hevur við sær, at Færøernes Kommando í næstum flytir inn í leigaði hølir á Tinghúsvegi 64 í Tórshavn, har MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovnur Føroya dagliga húsast.
Í Danmark er gjørd ein politisk semja um, at Færøernes...
Tyrlan bar skjótt at í morgun
Tyrlan hevði fyrrapartin ikki minni enn tveir sjúkraflutningar av Sandoynni. Frá tí at MRCC gav boðini vóru ikki meira enn 9 minuttir til tyrlan var á flogi. Tað vísti seg so seinni at tað var ein sjúklingur aftur at, sum skuldi flytast við tyrluni, so hon fór suður aftur einaferð afturat. Tað gekk minni enn 1 tími til báðir sjúklingarnir vóru á...
Íslendska sjóverjuskipið Þór verður sýnt fram fyri almenninginum
Verjuskipið Þór kemur væntandi á Havnina hósdagin, og fríggjadagin 15. juni frá kl. 14-17 eru fólk vælkomin umborð at síggja skipið.

Verjuskipið varð handað í Chile 23. september í fjør og setti kós til Íslands 28. september. Ein mánað seinni, ella 26. oktober kom verjuskipið til Vestmannaoyggja, sum var tann fyrsta havnin í Íslandi,...
MRCC/Tórshavnradio við í arktiskum samstarvi í sambandi við venjing í leiting og bjarging (SAR).
Arktiska Ráðið - sum er samstarv millum lond í arktiska økinum - skipar í heyst fyri felags venjing innan leiting og bjarging (SAR) á sjónum nevnd SAREX-Greenland 2012.
Fyrireikandi fundir hava verið hildnir í samband við venjingina, sum eftir ætlan verður miðskeiðis í september mánað í ár. Sjálv venjingin fer fram í...
Javnan sjúkraflutningur við tyrlu
Bjargingartyrlan hjá Atlantic verður javnan boðsend til sjúkraflutning millum oyggjarnar. Talan er oftast um sjúkraflutning frá plássum, har vánaligt veg- ella skipasamband er til meginøkið.

Higartil í ár eru 11 sjúkraflutningar umbidnir við tyrlu, frá útoyggjunum til Landssjúkrahúsið. Bara í dag hava 2 slíkir flutningar verið. Yvirlit...
Sjúkur maður frá trolara fluttur á Landssjúkrahúsið við tyrlu
Tann 8. mai kl. 14.05 boðaði skiparin á trolaranum Stjørnan MRCC Tórshavn frá, at teir høvdu ein sjúkan mann umborð, sum sambært lækna hevði bráneyðugan tørv á tyrluflutningi til Landssjúkrahúsið. Skipið var statt 94 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabergi. Kl. 14.29 fór tyrlan hjá Atlantsflog úr Vágum. Teinurin av flogvøllinum var 127...
Table-Top venjing í dag í sambandi við komandi boring hjá Statoil í Føroyum, nevnd Brugdan II.
MRCC/Tórshavnradio luttók í dag í Table-Top (skriviborðs) venjing, sum Statoil skipaði fyri í sambandi við teirra komandi boring á føroyska landgrunninum. Venjingin tók støði í eini hending, har tað var eldur umborð á boripallinum COSL Pioneer við 110 fólkum umborð. Venjingin, sum gekk gott og var lærurík, verður nú eftirmett. Niðanfyri er...
40-ára starvsdagur á Tinghúsvegi 64
Magdalena J. Rasmussen, vanliga nevnd Lena, hevur í 40 ár starvast sum reingerðarfólk á Tinghúsvegi 64, har MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovnurin nú halda til.
Lena byrjaði í sínum starvi sum reingerðarfólk tann 1. apríl 1972 hjá Det Store Nordiske Telegrafselskab, sum tá helt til á Tinghúsvegi 64.
Stovnarnir hava givið Lenu gávu...
Stór venjing í ein landnyrðing úr Føroyum í dag.
Í dag var venjing norðanfyri Føroyar. Leikgongdin var tann, at eitt flogfar við seks fólkum umborð á veg úr Íslandi til Noregs fekk trupuleikar og datt niður umleið 50 fjórðingar norðureystan úr Fugloynni. Luttakandi eindir vóru Triton, Tjaldrið, Brimil og Ægir úr Íslandi og bjargingartyrlan hjá Atlantic Helicopters. Venjingin byrjaði tíðliga í...
Sjúkraflutningur við tyrlu
MRCC-Tórshavn fekk ídag kl 1320 boð um sjúkraflutning frá einum týskum skipið, sum var einar 100 fjórðingar vestur úr Føroyum.

Ein maður var dottin umborð, hevði fingið álvarsligan skaða í høvdið, og var fallin í óvit. Skipið hevði verið í samband við lækna og umboðsmann í Føroyum, og avgerð var tikin um at fáa mannin av skipinum við...
Skeið í samskifti - OACC (Oceanic Area Control Centre) alerting MRCC/Tórshavnradio
Endamálið við skeiðnum var at betra um samskifti millum flogleiðarar í Reykjavík og MRCC/Tórshavnradio soleiðis, at tryggjast kann eitt munagott samskifti í sambandi við, at flogfør eru í trupulleikum ella í einari neyðstøðu.
Skeiðið umfataði m.a. gjøgnumgongd av grundreglunum í leiti- og bjargingararbeiði, flogkunning og flogsamskifti,...
Tíðindaskriv nr. 3 frá MRCC/Tórshavnradio
Russiska farmaskipið Sunny Lina er nú toga av aftur Kunoynni og yvir á oljukaiina í Ánunum, har tað liggur trygt.

Hetta tíðindaskriv er framhald av tíðindaskrivið nr. 2, sum MRCC/Tórshavnradio almannakunngjørdi seinnapartin í gjár.

Ástaðarfundur var í morgun kl. 05:00 og kl. 06:50 bleiv síðsta fyrireikingin í sambandi við...
Tíðindaskriv nr. 2 frá MRCC/Tórshavnradio
Klaksvík, 3. mars 2012

Farmaskipið Sunny Lina, V4JU2, farið á land í Kunoy
Hetta tíðindaskrivið er framhald av tíðindskrivinum frá MRCC/Tórshavnradio fyrrapartin í dag.
Hildnir hava verið tveir ástaðarfundir seinnapartin í dag í hølum hjá Klaksvíkar Sløkkiliðið. Umboð fyri lands- og kommunalu tilbúgvingina umframt umboð fyri...
Farmaskipið Sunny Lina, kallimerkið V4JU2 farið á land á Kunoy.
Í gjárkvøldi tann 2. mars klokkan 21.13 fekk MRCC boð frá Ziska, at farmaskipið Sunny Lina hevði bakkað á land á Kunoy.
Brimil var á staðnum um 22.30 tíðina.
Skipið stendur fast og róður og skrúva hava fingið stóran skaða, skipið er tætt og vandi er ikki fyri manningini, sum øll enn er umborð á farmaskipinum.
Skipið hevði lastað...
Tíðindabræv frá Fiskimálaráðnum
Tríggir stovnar verða lagdir saman í ein stovn.
Fiskimálaráðið hevur tikið avgerð um at leggja stovnarnar:
· Tilbúgvingarstovnin
· MRCC/Tórshavnradio
· Fiskiveiðieftirlitið
saman í ein stovn.
Stovnarnir umsita ymisk virkisøki, ið tó eru sera lík í mongum førum. Ein formlig samanlegging tryggjar betri...
Broyting í leiðslubygnaði á MRCC/Tórshavnradio
Stjórin á MRCC/Tórshavnradio, Robert J. Olsen, sum seinastu árini hevur myndað leiðsluna á stovninum, hevur sagt seg úr starvi frá 17. januar 2012 at rokna.
Fiskimálaráðið hevur tískil tikið avgerð um, at Henrik Weihe Joensen, stjóri á Tilbúgvingarstovni Føroya, fyribils tekur yvir starvið hjá Robert Olsen. Hetta merkir, at frá í dag, 17....
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
Venjing í Vágahavinum

Um hálvgum tíggju tíðina í morgun byrjaði ein venjing í Vágahavinum.
Frammanundan hevði tyrlan slept tríggjar dukkur út.
Venjingin byrjaði við at Smyril boðaði MRCC frá at tríggir mans manglaðu tá teir komu til Havnar, teir høvdu siglt vestanfyri Sandoynna.

Kl. 09.20 setti Smyril seg í samband...
Eldur í glastrevjabáti eystan fyri Nólsoynna.
MRCC-Tórshavn fekk í kvøld kl 1813 boð frá Politistøðini um at eldur var í einum glastrevjabáti eystan fyri Nólsoynna, við einum manni umborð.

MRCC-Tórshavn bað beinavegin bjargingarbátin Lív, Tjaldrið, sum var í djúpunum, línubátin Kamb, sum var vestan fyri Eystnes, og Trónd í Gøtu, sum var við Gøtunes, um at fara til hjálpar....
Vaktgangandi starvsfólk til MRCC-Tórshavn
Eitt starv sum vaktgangandi á MRCC-Tórshavn (Maritime Rescue Co-ordination Centre) er leyst at søkja.

Starvið inniber hesar uppgávur :
. Skiftandi vaktir og ábyrgd av vaktini.
. Tilkallivakt.
. Móttaka fráboðanir og taka støðu til hjálparveitingar í føroyskum sjóøki.
. Vanligt fyrifallandi arbeiði á vaktini, t.d....
Venjing norður úr Djúpunum
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
týsdag 27. September 2011
Venjing norður úr Djúpunum

Um níggjutíðina í morgun byrjaði ein venjing norður úr Djúpunum.
Frammanundan hevði tyrlan slept fýra dukkir út.
Venjingin byrjaði við at FRC (fast rescue craft) báturin hjá Brimli við fýra monnum umborð var á...
Virkisøkið hjá MRCC/Tórshavnradio
MRCC/Tórshavnradio

Føroya Landsstýri yvirtók tann 2. apríl 2002 frá Danmark, leiting og bjarging á sjónum innanfyri tað føroyska 200 fjórðinga markið. Uppgávan bleiv løgd undir Fiskimálaráðið, samstundis var MRCC stovnað og síðani lagt saman við Tórshavnradio.
MRCC/Tórshavnradio er alarmsentralurin til SAR, Search And Rescue og...
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn týsdag 24.mai 2011
Ein rættleiðing.
Í tíðindasendingini Dagur og Vika mánakvøldið var eitt innslag við politinum, har tað var framført at politiið hevði havt átaksleiðsluna í leiti- og bjargingarátakinum, eftir at ein stuttleikabátur var sokkin í Hestfirði.

Tað er MRCC Tórshavn sum hevur alla leiðsluna av átøkum á sjónum og var hetta átakið ikki...
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn Mánadagin, 23. Mai 2011
Leitingin eftir teimum saknaðu monnunum helt á fram allan dagin í dag.
Brimil og Hvidbjørnen hava veri í økinum í nátt og byrjaðu at leita í morgun og halda á fram til tað verður myrkt.
Tornado, Tórshavnar Sløkkilið, Eiðis Bjargingarfelag, Vestmanna Sløkkilið og Vága Bjargingarfelag hava veri og leita við smáum bátum fram við...
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn Mánamorgun 23.Maj 2011
Framhald av leiting eftir tveimum monnum í Hestfirði, Vestmannasundi og Vágahavinum.
Brimil og Hvidbjørnen halda á fram at leita í dag.
Tórshavnar Sløkkilið og Eiðis Bjargingarfelag hava bjóða sær til, at fara við tveimum smáum bátum fram við Streymoyarlandinum, Hesti, Koltur og Vágalandinum.
Tað verður samstundis heitt á allar...
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn Sunnudag 22.Maj 2011
Sunnumorgun klokkan 05.43 fekk MRCC boð frá politinum at ein bátur við fimm persónum umborð var við at søkka ella var sokkin út fyri Glyvursnesi ella Hestoy.
Veðrið var hampiligt sýni vánaligt.
Brimil, Ziska, Lív, Hvidbjørnen og Tyrlan vóru tilkalla beinanvegin. Hvidbjørnen og Ziska vóru í Vestmanna, Lív var í Tórshavn og Brimil var...
Tíðindaskriv frá MRCC-Tórshavn mánadagin, 16. mai 2011
Norrøna var í dag karmur um eina venjing í sjóbjarging, sum MRCC-støðin skipaði fyri saman við Smyril Line.
Venjingin var hildin fyri at venja tilbúgvingina umborð á Norrønu og samskipanina millum Smyril Line, MRCC/TR, Tórshavnar Sløkkilið, Brimil, Lív og Hvidbjørnen.

Venjingin var bygd upp rundan um tveir eldar, sum skuldu vera...
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
Útróðrarbátur hálvdist.

Eingi kom til skaða, tá útróðrarbátur hálvdist umleið 10 fjórðingar í ein útsynning úr Trøllhøvda.


Klokkan 1910 fekk MRCC boð frá politistøðini um, at útróðrarbáturin Marianna FD1221 var hálvdur 10 fjórðingar vestur úr Trøllhøvda. Manningin, tveir manns vóru farnir í gummibátin, og høvdu teir...
Venjing suðureystur úr Mjóvanesi
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
leygardagin, 6. November 2010

Um níggjutíðina í morgun byrjaði ein venjing suðureystur úr Mjóvanesi.
Venjingin handlaði um ein útróðrarbát sum varð við línu eystanfyri 5 til 10 fjórðingar suðureystur úr Mjóvanesi.
Familjan hevði havt samband á fartelefon við bátin og...
Venjing í ein landnyrðing úr Nólsoynni
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
leygardagin, 6. November 2010

Venjing í ein landnyrðing úr Nólsoynni


Um níggjutíðina í morgun byrjaði ein venjing í ein landnyrðing ur Nólsoynni.
Tíðindaskriv kemur tá ið venjingin er liðug.


Vinaliga
MRCC Tórshavn

Fleiri...
Útróðrarbátur fór at leka 10 fjórðingar úr Nakkinum.
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
Mánadag, 01.November 2010

Leygarkvøldið klokkan 1856 sendi útróðrarbáturin Oddny út neyðarkall, staddur 10 fjórðingar úr Nakkinum.
Oddny var farin at leka og hevði fingið nógvan sjógv í maskinrúmið, motorurin var steðgaður og alt ljósi umborð var farið. Veðrið var...
Bátur uppsteðgaður uttanfyri Nýhavn mánakvøldi.
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
týsdag, 26. oktober 2010




Bátur uppsteðgaður uttanfyri Nýhavn mánakvøldi.
Tað tók bert tíggju minuttir frá tí at MRCC kallaði Lív út, til Lív var hjá tí uppsteðgaða bátinum, sum var farin á land undir Eik banka úti við Strond.
Klokkan 2044 mánakvøldi fekk MRCC boð frá 112...
Væleydnað table top venjing við boripallin West Phoenix
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
hósdagin,13. August 2010


West Phoenix, staddur í boriøkið Block 6004/8a, var karmur um eina Table Top venjing hósdagin 12. August.

Endamálið við venjingin var at kanna reaktiónirnar hjá Tilbúgvingini í Føroyum, trygdarbólkin hjá ENI/Sea Drill í Føroyum og í...
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn týsdagin 13.Juli 2010
Spennandi og væleydnað venjing við OKB-bólkin hjá politinum.

Venjingin fór fram á sjónum eystanfyri Sandoynna við OKB-bólkin í dag.

Í samband við oljuleitingina hjá ENI, við boripallin West Phoenix, sum skal byrja í Føroyskum økið í juli mánað, varð hildin ein trygdarvenjing hjá OKB-bólkinum.
Smyril var við í...
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn Týsdag,09.Juni 2010
Table top venjing við boripallin West Phoenix.


West Phoenix, staddur í boriøkið Block 6004/8a, var karmur um eina Table Top venjing týsdagin 08. Juni.

Endamálið við venjingin var at kanna reaktiónirnar hjá Tilbúgvingini í Føroyum og samstarvið millum MRCC Tórshavn og MRCC Aberdeen, trygdarbólkin hjá ENI/Sea Drill í...
Tórshavnradio sendir veðurforsagnir á VHF.
Tíðindaskriv frá MRCC/TR
Hósdag ,03 . Juni 2010


Tórshavnradio sendir veðurforsagnir á VHF.

Tórshavnradio byrjar í dag eina nýggja tænastu til skip og bátar á nærleiðum.
Tórshavnradio hevur tey seinastu árini sent veðurforsagnir frá DMI á NAVTEX, og frá og við í dag, verða hesar...
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
Væleydnað Nato Bold Mercy venjing eystanfyri í føroyskum sjóøki.


Sjóleiðin eystanfyri Føroyar var í dag karmur um eina samskipaða NATO Bold Mercy venjing.

Venjingin byrjaði klokkan 07.56 í morgun, tá ið MRCC fekk boð frá avvarandi, at hann var bangin fyri einum fiskiskip við átta persónum umborð, sum ikki var komið í...
NATO-venjing í føroyskum sjógvi
NATO-venjingin, Bold Mercy, verður hildin eystanfyri í føroyskum sjóøki í dag.

Ein stór NATO venjing byrjaði í morgun um átta tíðina, eystanfyri í føroyskum sjóøki. Venjingin er í tveimum pørtum.

Eindirnar í venjingini eru
MRCC Torshavn:
Torshavn radio c/s OXJ
BRIMIL c/s XPYM
TJALDRIÐ c/s XPRT
RDN...
Sjúklingur tikin í land av Norrønu.
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
Fríggjadagur, 23. Apríl 2010


Sjúklingur tikin í land av Norrønu í gjárkvøldið.

MRCC fekk klokkan 2323 boð frá ferðamannaskipinum Norrønu, um at fáa tyrluna til at flyta ein sjúkling í land.
Tyrlan var umbiðin kl. 2325 hóast tað var flúgviforboð (Øki 1), sum...
Eingin tyrluflúgving.
15-04-2010, Kl 11.41 Orsakað av eldgosinum sum er í Íslandi, kann ikki flúgvast í løtuni, tí ov nógv øska er í luftini.
Útróðrarbátur fór at leka á Norðhavinum.
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
Tórsdag, 04. Mars 2010



Útróðrarbátur fór at leka á Norðhavinum í gjárkvøldið.

MRCC fekk klokkan 2139 boð frá útróðrarbátinum Tanganes, at teir høvdu fingið ein leka og teir vistu ikki hvar lekin var.
Teir kláraðu ikki at halda lens og bóðu um...
MRCC hevur havt vitjan av North Sea Expert Working Group
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
23, Februar 2010


MRCC Tórshavn hevur havt vitjan í tveir dagar av North Sea Expert Working Group til at gera víðkaða samstarvsavtalu av North Sea AIS .


Luttakararnir vóru úr Føroyum, Bretlandi, Belgia, Frankaríki, Svøríki, Norra og Danmark. Vitja varð á...
Bátur farin á land á Glyvursnesi.
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn

Mánadagin, 08. februar 2010



Bátur farin á land á Glyvursnesi í morgun.


Klokkan 0629 í morgun fekk Tórshavnradio boð um at Norðhavið var farin á land á Glyvursnesi, tríggir mans vóru umborð.
Tíggju minuttir seinni var TN 753 Tóra hjá...
Leiting eystanfyri
Tann 10 oktober 2009 klokkan 1043 UTC fekk MRCC Tórshavn boð frá Triton, sum var staddur eystan fyri Sandoynna, um eitt neyðarkall á VHF kanal 16. Neyðarkallið var peilað í ein norðan.

Leiting var sett í verk alt fyri eitt. Leitað varð í einum øki frá Sandoynni til Svínoynna.
Leitandi eindir vórðu: Triton, Rescue-Lív, Freyr,...
Sjúklingur tikin av tangaskipi eystan fyri Føroyar
Klokkan 1500 UTC fekk MRCC Torshavn boð frá MRCC Shetland, at ein av manningini umborð á tangaskipinum Mayfair var fallin í óvit. Mayfair var tá staddur okkurt um 80 fjórðingar eystur úr Fugloynni.

Teir boðaðu frá at neyðugt var at fáa mannin av skipinum beinavegin, at skiparin var í sambandi við heilsumynduleikarnar í Onglandi, og at...
SAR Føroyar
Leiting og bjarging
Føroya Landsstýri yvirtók ábyrgdina av bjargingaruppgávuni í føroyskum sjóøki frá Danmark 02. apríl 2002.
Eftir yvirtøkuna av SAR uppgávuni í føroyskum sjóøki, bleiv uppgávan at uppbyggja SAR- tilbúgvingina, løgd undir Fiskimálaráðið.
02. apríl 2002 varð stovnað ein MRCC-støð saman við Tórshavnradio til...
Rættleiðing
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
Tórshavn 1. September 2009,


Rættleiðing til grein í Sosialinum 31.08.09


MRCC/TR vil við hesum gera eina rættleiðing til blaðgreinina í Sosialinum 31 august 2009 har persónur verður bjargaður av beiggja sínum í evstu løtu.
Faktum um hendingina skal eg...
Venjing
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
Hósdagin, 20. August 2009


Væleydnað venjing.


Kalbaksfjørður og Nólsoy vóru í dag karmur um eina víðfevnda og fjøltáttaða samskipaða venjing, millum eindir á landi og sjógvi.

Venjingin byrjaði klokkan 16.05 við at Tórshavnradio fekk umbøn um...
Bjarging av báti í Djúpunum
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
týsdagin, 07. juli 2009




Bjarging av báti í Djúpunum í gjárkvøldið

Klokkan 2054 í gjárkvøldið kallaði báturin Zealous á Tórshavnradio og
Boðaði frá at báturin lak illa og kláraði ikki at halda lens.
MRCC tilkallaðu tyrluna og Ziska...
Nýggj heimasíða
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn



MRCC og Tórshavnradio hava fingið nýggja heimasíðu. Vit vilja við hesum greiða eitt sindur frá, hvør vit eru og hvørjar okkara uppgávur eru.
Føroya Landsstýri yvirtók málsøkið leiting og bjarging á sjónum innanfyri 200 fjórðinga markið tann 2. apríl 2002. Uppgávan bleiv...
Leiting eftir einum persóni
Tíðindaskriv frá MRCC-Tórshavn
mánadagin, 15. juni kl. 1800


Leita eftir persóni

MRCC-Tórshavn setti í verk umfatandi leiting eftir einari kvinnu, sum var saknað á ferðamannaskipinum Braemer tá tað kom til Tórshavn í morgun. Skipið kom úr Íslandi og kvinnan var seinast sædd umborð...
Bold mercy venjing
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
Onsdagin, 13.Maj 2009

Væleydnað Nato Bold Mercy venjing norðanfyri Føroyar.


Sjóleiðin norðanfyri Føroyar var í dag karmur um eina samskipaða simulerðaða Bold Mercy venjing.
Venjingin byrjaði klokkan 09.13 í morgun, tá MRCC fekk boð frá MRCC Reykjavík um, at...
Venjing eystanfyri Nólsoynna
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
leygardagin, 23. Apríl 2009


Væleydnað venjing eystanfyri Nólsoynna.


Sjóleiðin eystanfyri Nólsoynna var í dag karmur um eina samskipaða venjing.
Venjingin byrjaði klokkan 10.06 í morgun, tá Tórshavnradio fekk boð frá skipinum Gloria um, at tveir...
Venjing í djúpinum
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
leygardagin, 7. februar 2009


Venjing í Djúpinum



Leiti venjing, varð hildin í Djúpinum í dag.

Djúpini vóru í dag karmur um eina samskipaða venjing
Venjingin byrjaði klokkan 10.00 í morgun, tá MRCC fekk eini boð um, at ein russari var bangin um 6 av vinfólki...
Venjing í Nólsoyarfirði
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
leygardagin, 22. novembur 2008


Væleydnað venjing í Nólsoyarfirði.


Nólsoyarfjørður var í dag karmur um eina samskipaða venjing.
Venjingin byrjaði klokkan 10.15 í morgun, tá MRCC fekk boð frá politinum um, at fýra ferðafólk sum høvdu verið við...