Far til forsíðu
19-03-2019 11.44.06
Mánadagin 18.03.2019 var venjingin EAGLE 19 umborð á Norrønu, sum lá í Nólsoyarfirði.
Venjingin byrjaði við ein yvirgangsatsøkn og víðari til eldsløkking og evakuering av 150 fólkum av Norrønu.
Umborð á Norrønu var eldsløkking og roykaving roynd, her kann nevnast at fimm fólk frá Tórshavnar sløkkiliði og nýggju fólk frá Vædderen komu umborð at hjálpa við hesum.
150 fólk vóru evakueraði av Norrønu, hetta vóru lesandi á Vinnuháskúlanum, sum luttóku í venjingini. 4 av hesum vóru flutt við tyrluni av Norrønu á tyrlupallin á Boðanesi og síðani flutt við bili niðan í Høllina á Nabb. Hini 146 av vóru førd umborð á Ternuna við Vón, Sverra og Ziska.
Samskiftið á feltinum gekk á VHF rás 13 á enskum máli. Vædderen fekk uppgávuna sum skaðastaðsleiðsla ( On Scene Coordinator).
Eftirmeting verður umborð á Norrønu hósdagin klokkan 1515.
Hesi luttóku í venjingini:
VØRN-MRCC Tórshavn
Tornið á Flogvøllinum
FEF
VØRN-Fiskiveiðieftirlitið
Atlantic Helicopters
Smyril Line
Tórshavnar sløkkilið
Tórshavnar Havn
Politiið
Sjóvinnustýrið
Ansni Tilbúgving
Norðoya Bjargingarfelag
Landsverk
Vága Bjargingarfelag
Eiðis Bjargingarfelag
Strandfaraskip Landsins

Skip og bátar, ið luttóku:
Brimil
Vædderen
Ternan
Rescue Ziska
Rescue Sverri
Rescuet Vón
Rescue Tór
Rescue Helo
M/F Norrøna
 
Nýborg fingið ein sjógv. Kl 1628 seinnapartin fríggjadagin fekk...
Bátur sokkin í Skopunarfirði og ein maður saknaður. Klokkan 02.01 í nátt fekk MRCC boð um at...