Far til forsíðu
12-04-2012 11.26.43
40-ára starvsdagur á Tinghúsvegi 64
Magdalena J. Rasmussen, vanliga nevnd Lena, hevur í 40 ár starvast sum reingerðarfólk á Tinghúsvegi 64, har MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovnurin nú halda til.
Lena byrjaði í sínum starvi sum reingerðarfólk tann 1. apríl 1972 hjá Det Store Nordiske Telegrafselskab, sum tá helt til á Tinghúsvegi 64.
Stovnarnir hava givið Lenu gávu í hesum sambandi.
MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovnurin takka Lenu fyri gott samstarv øll árini.