Far til forsíðu
23-05-2011 18.39.48
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn Mánadagin, 23. Mai 2011
Leitingin eftir teimum saknaðu monnunum helt á fram allan dagin í dag.
Brimil og Hvidbjørnen hava veri í økinum í nátt og byrjaðu at leita í morgun og halda á fram til tað verður myrkt.
Tornado, Tórshavnar Sløkkilið, Eiðis Bjargingarfelag, Vestmanna Sløkkilið og Vága Bjargingarfelag hava veri og leita við smáum bátum fram við Streymoyarlandinum, Hestur og Koltur, Vestmannasundi og sunnaru síðu av Vágalandinum.
Hóast hesa umfatandi leitingina var einki at finna og vónirnar at finna teir saknaðu eru við at renna út.
Leitingin er í kvøld reduserað til ber, at umfata Brimil og Hvidbjørnen, teir halda á fram til tað verður myrkt so endar leitingin.
At enda fara vit á MRCC/TR, at takka tyrlumanning, skipum, bátum og bjargingarfeløgum sum hava verði við í leitingini.