Far til forsíðu
07-01-2015 10.28.03
Eldur í umborð á russiskum trolara
Kl. 23.05 tann 05. januar fekk MRCC Tórshavn boð um, at eldur var í maskinrúminum á russiska trolaranum North Ocean, sum royndi eftir svartkjafti umleið 90 fjóringar suður úr Akrabergi. Manningartalið var 32. Einki samband fekst beinleiðis við North Ocean, men Christian í Grótinum og russiska skipið Melkart II veittu neyðuga samskifti við neyðstadda skipið. Veðrið á leiðini var ÚSV 8 m/s og aldan 3 m. Útlit vóru fyri vánaligari veðri út á dagin.
Brimil og danska sjóverjuskipið Thetis vóru boðsend at fara North Ocean til hjálpar.
Kl. 01.35 boðaði Christian í Grótinum frá at tamarhald var á støðuni. Maskinrúmið á North Ocean var latið aftur og sløkkiútgerðin útloyst.
Kl. 05.50 hevði Melkart II fingið sleipitrossa umborð á North Ocean og var byrjaður at sleipa ímóti Føroyum, men ein tíma seinni slitnaði trossin.
Avgjørt var at bíða við sleipi til Brimil kom á staðið kl. 08.30.
Tá ið Brimil og Thetis vóru komnir til North Ocean varð avgørt at taka 18 av manningini av russiska skipinum. Neyðstreymskipan og pumpur frá Brimil vóru eisini førdar umborð á North Ocean.
Kl. 11.30 byrjaði Brimil at sleipa North Ocean. Roykur kom framvegis úr maskinrúminum og óvist um eldurin var slóknaður heilt.
Kl. 04.30 tann 07. januar kom Brimil til Tórshavnar við North Ocean. Tòrshavnar Sløkkilið var á staðnum tá ið latið varð upp til maskinrúmið á Nort Ocean, men eldurin var nú heilt slóknaður.