Far til forsíðu
10-04-2012 19.59.53
Stór venjing í ein landnyrðing úr Føroyum í dag.
Í dag var venjing norðanfyri Føroyar. Leikgongdin var tann, at eitt flogfar við seks fólkum umborð á veg úr Íslandi til Noregs fekk trupuleikar og datt niður umleið 50 fjórðingar norðureystan úr Fugloynni. Luttakandi eindir vóru Triton, Tjaldrið, Brimil og Ægir úr Íslandi og bjargingartyrlan hjá Atlantic Helicopters. Venjingin byrjaði tíðliga í morgun og endaði kl hálvgum trý seinnapartin. Triton fann 5 av dukkunum, sum lagdar vóru út. Í dag varð venjingin darvað nakað. Fyrst av eini veruligari hending í Íslandi, har eitt lítið flogfar fekk motortrupuleikar, og seinni av einari veruligari hending í Føroyum, har ein brunnbátur fór at leka. Har fór Ziska til hjálpar.
Hetta var ein venjing gjørd í Dynamic Mercy høpi. Tað er Nato, sum er høvuðssamskipari av hesum venjingum, sum verða hildnar í Atlantshavinum, Norðsjónum og Eystursjónum. Endamálið er at venja bjargingarstøðir og eindir at arbeiða saman tvørtur um landamørk. Venjingarnar verða hildnar annaðhvørt ár í apríl-mei mánaði og eftirmetingar gjørdar tíðliga í juni mánaði. Føroyar hava verið við í hesum venjingum í nógv ár.