Far til forsíðu
21-08-2009 08.41.39
Venjing
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
Hósdagin, 20. August 2009


Væleydnað venjing.


Kalbaksfjørður og Nólsoy vóru í dag karmur um eina víðfevnda og fjøltáttaða samskipaða venjing, millum eindir á landi og sjógvi.

Venjingin byrjaði klokkan 16.05 við at Tórshavnradio fekk umbøn um hjálp av kavarum frá fiskiskipinum Tjaldrið.
Ein kavari á Tjaldrinum sum var við at skera trol av skrúvuni var løstaður av skrúvuni og sokkin til botns.
Manningin á Tjaldrinum hevði nógv um at verða tí roykur kom úr maskinrúminum og ein maður var saknaður umborð.
Seinni boðaði Tjaldrið frá at roykurin í maskinrúminum hevði ment seg og bað um roykkavara hjálp.
Í maskinrúminum vóru fýra skaddir persónar funnir.

Um somu tíð fekk MRCC fráboðan frá politinum, at ein bátur Pansarin hevði boðað frá, at ein persónur sum hevði kavað frá bátinum flotnaði knappliga upp uttan luft fløskur og sá skaddur út. Teir høvdu fýra tímar frammanundan sett tveir mans á land í Nólsoy, har teir vildu klintra upp á Nevið.
Teir høvdu ikki givið boð frá sær sum avtala og Pansarin hevði maskintrupulleikar og kundi ikki koma tí skadda og saknaðu klintrandi persónunum til hjálpar.

Venjingin var sera fjøltáttað. Av tí at tað vóru fleiri hendingar ísenn vóru allir partar hart strongdir.
Knud Rasmussen kom við figurantum og kavarar frá Knud Rasmussen vóru á botni fyri at heinta upp eina dukku. Roykkavarar frá Knud Rasmussen vóru sendir í maskinrúmi á Tjaldrinum fyri at sløkkja og heinta upp fýra skaddar persónar.
Tjaldrið var tað neyðstadda skipið har ein stórur partur av venjingini var lagdur.
Tyrlumanningin hevði nógv um at vera. Teir skuldu leita á sjónum eftir einum persóni og hiva skaddan persón upp av sjónum og flyta hann til landssjúkrahúsið. Teir endaðu við at undir torførum umstøðum at taka umborð teir tveir ið skuldu klintra upp á Nevið, sum skaddar og flyta teir til landssjúkrahúsið.
Lív var settur til at leita eftir einum persóni á sjónum og leita eftir teimum saknaðu persónunum í Nólsoy. Teir endaðu við at seta tann skadda í land á ísbryggjuni.
Pansarin setti tveir persónar í land í Nólsoy og var við sum figurantur í samband við tann skadda kavaran.
Sjúkraflutningstænastan vóru tríggjar ferð á Sundi eftir skaddum persónum og á ísbryggjuni eftir skaddum persóni.
Tilbúgvingarstovan sminkaðu figurantarnar.
MRCC og Tórshavnradio cordineraðu venjingina.
Venjingin var liðug klokkan 19.40 og gekk sera væl.

Venjandi partarnir vóru, MRCC, Tórshavnradio, Atlantic Helecopters, Lív, Tjaldrið, Knud Rasmussen, Pansarin, Politiið, Sjúkraflutningstænastan, Færøernes Komando og Tilbúgvingarstovan.



Vinarliga
MRCC Tórshavn
Tórshavnradio

Fleiri upplýsingar fáast hjá Robert Olsen, leiðara á MRCC, á telefon 35 13 02.
23 13 11