Far til forsíðu
03-02-2015 10.27.15
Grunnabarð fekk góða hjálp á feltinum
Seinnapartin í gjár fór Grunnabarð at leka í maskinrúminum, tá skipið var á veg á fiskileið at partrola eftir makreli. Við góðari hjálp frá skipum á leiðini eydnaðist at fáa tamarhald á støðuni og skipið siglir nú spakuliga móti landi.

MRCC fekk fráboðan frá reiðarínum South Pelagic klokkan 15.39 um, at leki varð í maskinrúminum á Grunnabarð og pumpurnar kláraðu ikki at halda lens.

MRCC boðaði beinanvegin tyrluni hjá Atlantsflog frá og Brimil, sum tá varð staddur í Lorvíksfirði, fór alt fyri eitt at sigla. Atlantsflog boðar skjótt frá, at veður er ikki hjá tyrluni at fara á flog. Líkindini við nógvum kavaavfalli og tíðin upp undir skýming eru ringar umstøður hjá tyrluni at flúgva.

Tørv á fleiri pumpum
Grunnabarð setir beinanvegin kós móti landi, men boða frá, at teir klára framvegis ikki at halda lens. Makkarin hjá Grunnabarð, Beinisvørð, fer beinanvegin undir at fáa eina pumpu umborð og klokkan 16.23 kemur fráboðanin um, at fyrsta pumpan er komin umborð á Grunnabarð. Kúrberg, sum var í nánd, kemur eisini Grunnabarð til hjálpar.

Tað er langt hjá Brimli at sigla á staðið, so tí vil MRCC fegin hava eitt størri og betur útgjørt skip á leiðina. Klokkan 16.05 fekk Fagraberg umbøn frá MRCC um at fara Grunnabarð til hjálpar. Fagraberg setti fulla ferð á og er hjá skipinum klokkan gott hálvgum seks í gjárkvøldið. Løtu seinni setti Fagraberg seinnu pumpuna umborð á Grunnabarð.

Klokkan 17.49 boðar Grunnabarð frá, at teir hava fingið tvær eyka pumpur umborð og at sjógvurin í maskinrúminum kemur ikki uppá motorin. Teir hava ikki funnið útav, hvar tað lekur.

Veðrið versnar á leiðini um seks tíðina í gjárkvøldið. Vindurin øtlar upp í millum 15 og 25 m/s og aldurnar eru upp í tríggjar metrar høgar. Umborð á Grunnabarð lekur framvegis illa, men pumpurnar halda stand. Fagraberg, Beinisvørð og Kúrberg fylgja við Grunnabarð, meðan siglt verður móti landi.

Sigla spakuliga
Stutt fyri midnátt kemur Brimil til Grunnabarð og tá fer Fagraberg aftur til fiskiskap. Skipini eru tá 60 fjórðingar í ein útsynningsunnan úr Akrabyrgi. Siglt verður spakuliga - 4 -5 fjórðingar um tíman - móti landi, tí gearið hjá Grunnabarð hevur hug at gerast heitt.

Væntandi kemur Grunnabarð til lands seinnapartin í dag.