Far til forsíðu
04-03-2010 07.59.14
Útróðrarbátur fór at leka á Norðhavinum.
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
Tórsdag, 04. Mars 2010



Útróðrarbátur fór at leka á Norðhavinum í gjárkvøldið.

MRCC fekk klokkan 2139 boð frá útróðrarbátinum Tanganes, at teir høvdu fingið ein leka og teir vistu ikki hvar lekin var.
Teir kláraðu ikki at halda lens og bóðu um hjálp.
Teir høvdu samband við útróðrarbátin Orcades sum var um hálvanannan fjórðing frá teimum.
Klokkan 2141 fekk Brimil boð um at fara til hjálpar og teir vóru umleið ein tíma frá Tanganes.
Klokkan 2152 var tyrlan biðin um at gera seg kláran at fara um tað skuldi blivið brúk fyri teimum.
Klokkan 2250 kom Brimil til Tanganes og tá fleyt Tanganes tungt í sjónum.
Brimil settu tvær pumpur og tríggjar mans umborð fyri at lensa Tanganes og síðani fylgdu teir Tanganes inn á Klaksvík har teir komu um fimmtíðina í morgun.



MRCC Tórshavn
Tórshavnradio

Fleiri upplýsingar fáast hjá Robert Olsen, leiðara á MRCC, á telefon 35 13 02.
23 13 11