Far til forsíðu
22-06-2015 15.54.36
Hava lagt sendaran um.
Nú tá støðan hjá Tórshavnradio er soleiðis, at bara ein millumbylgjusendari er tøkur, er valt at leggja sendaran um soleiðis, at hann bert verður brúktur til DSC.
Hetta hevur við sær, at nú fær Tórshavnradio kvitta fyri einum DSC neyðarkallið, men fær ikki tosað á neyðrásini 2182, sum allar mannagongdir krevja. Tí er avtalað við Brimil, at um ein neyðstøða tekur seg upp, so verður Brimil ella Tjaldrið biðin at samskifta á 2182 vegna Tórshavnradio.
Støðan er alt annað enn nøktandi, men av øllum illum verður hetta hildið at vera frægasta loysn.