Far til forsíðu
01-11-2010 13.34.06
Útróðrarbátur fór at leka 10 fjórðingar úr Nakkinum.
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
Mánadag, 01.November 2010

Leygarkvøldið klokkan 1856 sendi útróðrarbáturin Oddny út neyðarkall, staddur 10 fjórðingar úr Nakkinum.
Oddny var farin at leka og hevði fingið nógvan sjógv í maskinrúmið, motorurin var steðgaður og alt ljósi umborð var farið. Veðrið var vánaligt, og óslætt í sjónum.
Tað vóru fleiri skip í økinum sum vóru tilreiðar at hjálpa. Jaspis og Ametyst vóru nærmast hjá Oddny og fóru beinanvegin at sigla til tann neyðstædda.
Klokkan 1902 var tyrlan umbiðin at gera klárt at fara til hjálpar.
Klokkan 1908 boðar Jaspis frá at Jaspis og Ametyst fara til hjálpar og hava bert 45 minuttir til Oddny.
Klokkan 1910 boðar Sjagaklettur frá at teir kunnu verða hjá Oddny um 1,5 tíma.
Klokkan 1910 boðar manningin á Ziska frá at teir hava fingið Alfa Pilot at fara til hjálpar við.
Klokkan 1917 boðar Birtingur frá at teir eru 24 fjórðingar frá Oddny.
Klokkan 1920 boðar Triton frá at teir kunnu verða hjá Oddny klokkan 2200.
Klokkan 1928 boðar Ametyst frá at teir eru 2,5 fjórðingar frá Oddny.
Klokkan 1943 er manningin á Oddny klárir at fara í bjargingarbátin ílatnir bjargingarbúnar.
Klokkan 2000 er ein maður bjargaður umborð á Ametyst og ein endi er fingin umborð á Oddny.
Klokkan 2005 boðar Jaspis frá at teir hava eina pumpu umborð men rokna ikki við at fáa pumpuna umborð á Oddny vegna veður. Teir 2 menninir sum eru eftir umborð á Oddny vilja sleppa av skipinum.
Klokkan 2015 boðar Ametyst frá at menninir eru komnir umborð á Ametyst og endin er slitnaður og Oddny liggur og rekur. Teir verða liggjandi hjá Oddny til Triton kemur á staðið.
Klokkan 2117 er Triton hjá Oddny, teir kunnu ikki seta fólk umborð á Oddny fyri at seta sleipitrossa fastan sum veðri er, men verður liggjandi hjá bátinum.
Klokkan 2120 ferð Ametyst at sigla til Klaksvíkar við teimum bjargaðu monnunum har teir komu um midnáttina.
Klokkan 0210 Boðar Triton frá at Oddny er sokkin.

MRCC Tórshavn
Tórshavnradio