Far til forsíðu
09-06-2010 11.30.36
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn Týsdag,09.Juni 2010
Table top venjing við boripallin West Phoenix.


West Phoenix, staddur í boriøkið Block 6004/8a, var karmur um eina Table Top venjing týsdagin 08. Juni.

Endamálið við venjingin var at kanna reaktiónirnar hjá Tilbúgvingini í Føroyum og samstarvið millum MRCC Tórshavn og MRCC Aberdeen, trygdarbólkin hjá ENI/Sea Drill í Føroyum og í Onglandi.

Venjandi partarnir vóru.

Úr Føroyum.
MRCC, Tórshavn, Tórshavnradio, Jarðfeingi, Umhvørvisstovan, Atlantic Helecopters, Brimil og Tjaldrið, Landssjúkrahúsið, Politiið, Vága lufthavn, Tornið í Vága lufthavn og FRK.

Úr Onglandi.
MRCC Aberdeen, ENI.

Úr Norra.
Sea Drill, West Phhoenix.

Vaktar og veitingar skip.
Grampian Defender og Viking Lady.

Venjingin byrjaði klokkan 09.06 har boð kom frá West Phoenix um eina spreinging umborð á pallinum. Tað vóru 108 persónar umborð. Seks persónar vóru saknaðir. Seinni var sagt frá at ein persónur var farin á sjógv og varð tikin upp av Grampian Defender og tilsamans seks persónar vóru illa skaddir og skuldu flytast á sjúkrahús.
Bjargingartyrlan hjá Atlantic Helecopters og tríggjar tyrlur frá MRCC Aberdeen vóru sendar til hjálpar.
Fimm skaddir persónar vóru fluttir á sjúkrahús í Bretlandi og ein deyður persónur var fluttur til Føroyar.
Venjingin var liðug kl. 13.30

Vinarliga
MRCC Tórshavn