Far til forsíðu
02-05-2014 16.33.51
Stór venjing í ein útnyrðing úr Mykinesi.
Týsdagin 29. apríl var stór venjing norður vestanfyri Føroyar. Venjingin var eitt úrslit av samarbeiði millum MRCC Tórshavn, JRCC Ísland og flogmyndugleikan ISAVIA í Íslandi. Tað er ISAVIA, sum hevur ábyrgdina av flogferðsluni í føroyskum luftrúmi.
Hendingin ímyndaði ein lítlan flúgvara við fýra fólkum á veg til Vágarnar frá Egilsstøðum í Íslandi. Flúgvarin kemur í trupulleikar og dettur niður einar 35 fjórðingar úr Mykinesi.
Luttakandi eindir vóru Brimil, Tjaldrið og danska verjuskipið Triton, og Lynx tyrlan hjá Triton og føroyaska bjargingartyrlan.
Eftir eina heldur trilvandi byrjan, so bleiv eitt leitiøki sett út í kortið og býtt í millum skipini. Seinni blivu so báðar tyrlurnar sendar á staðið og leitiøkið víðkað.
Tríggjar dukkur blivu funnar í leitiøkinum, og tann síðsta av teimum bleiv funnin 20 minuttir áðrenn venjingin bleiv steðgað klokkan 1530.
Tann fjórða dukkan er óiva farin til botns saman við vrakinum.

skrivað hevur eb.