Far til forsíðu
09-01-2017 15.38.54
Tyrlan bjargaði 10 monnun av Vesturland, tá ið eldur var komin í skipið.
Um-12-tíðina leygardagin 7. jan boðaði Vesturland frá eldi umborð. Eldurin var kyknaður har frammi undir bakkanum. Øll manningin, sum taldi 10, savnaðist uppi á brúnni.
MRCC boðaði beinanvegin tyrluni, Brimli og Vædderen frá um hendingina. Somuleiðis bleiv MayDay Relay sent út, soleiðis at skip á leiðini eisini kundu gera vart við seg, um tey høvdu møguleika at hjálpa.
Tróndur í Gøtu, Niels Pauli og Steintór vóru nærmastu skip, og tey settu kósina ímóti Vesturland, men einki skip var heilt nær. Bæði Brimil og Vædderen høvdu fleiri tímar, áðrenn teir kundu vera á staðnum.
Orsakað av ringum sýni vóru líkindini vánalig at fara á flog hjá tyrluni, men tað bar tíbetur til. Og tað var ringt sýni allan vegin. Tað fyrsta tyrlumanningin sá, tá ið teir komu á staðið, var svartur roykur frá tí brennandi skipinum.
Tað tók eina løtu at fáa bjargaran niður á Vesturland, men tá ið hann var komin niður, gekk tað skjótt og væl at fáa alla manningina upp.
Tað var eitt bragd av tyrlumanningini at fáa allar so skjótt av skipinum. Bæði eldurin, sum breiddi seg og myrkrið, sum var ávegis, vóru hóttandi faktorar í átakinum.