Far til forsíðu
02-09-2009 08.53.18
Rættleiðing
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
Tórshavn 1. September 2009,


Rættleiðing til grein í Sosialinum 31.08.09


MRCC/TR vil við hesum gera eina rættleiðing til blaðgreinina í Sosialinum 31 august 2009 har persónur verður bjargaður av beiggja sínum í evstu løtu.
Faktum um hendingina skal eg hervið greiða frá.
Ein persónur fer úr Skálavík til Tórshavn, aftan á at hava verið eftir havhestaungum, uttan at kanna eftir, um tað var bensin nokk umborð til ferðina.
Tá ið báturin er út fyri Glyvursnesi steðgar motorurin, tí tað er ikki meira bensin eftir.
Báturin hevði ikki VHF ljós umborð og persónurin hevði bert eina fartelefon, til at geva boð frá sær við. Um tann kravda trygdarútgerðin var umborð vita vit ikki. Hann ringir til beiggja sín um støðuna og beiggin fekk ein bát at koma og sleipa tann uppsteðgaða bátin til lands.
Á veg suður, komu teir á hjálparbátinum í tankar um, at tað var best at ringja eftir hjálp.
Frá kl. 22.43 til 22.46 tosa teir við 112 og boðaðu frá, at ein stuttleikabátur við leysamotori var uppsteðgaður í Nólsoyarfirði og rak suðureftir.
Frá kl. 22.46 til 22.49 fekk MRCC boð frá 112 um henda uppsteðgaða bátin og at tað var ein motorbátur á veg til tann uppsteðgaða bátin.
MRCC og TR royndu at koma í samband við hesar báðar bátarnar, men fingu ikki samband fyrr enn hjálparbáturin var komin til tann uppsteðgaða bátin.
Kl 22.58 kallaði MRCC út Lív, til at fara og leita eftir hesum bátinum.
kl. 23.06 var Liv klárur at fara. Av tí at beint undan hevði maskinbáturin boða frá at tað var tamarhald á støðuni, var Lív biðin um at bíða við at fara.
Kl. 23.04 boðar maskinbáturin frá, at tamarhald er á støðuni og teir eru farnir at sleipa tann uppsteðgaða bátin til Havnar.
Klk.23.09 boðar motorbáturin frá, at teir eru komnir á Kirkjubønes og biða um at fáa Lív út við eini pumpu, tí báturin er fullur av sjógvi.
Kl 23.19 er Lív komin til bátarnar og siga frá, at uppsteðgaði báturin var so gott sum sokkin. Lív setti fast á bátin og sleipaði hann til Tórshavn, har hann bleiv hivaður beinleiðis upp á land.
Tær tíðirnar sum standa í Sosialinum passa sostatt ikki og har verður sagt frá, at hjálpar báturin tosar við alarmsentralin kl. 22.20 og við MRCC kl. 22.34 og tað passar heldur ikki. Tær tíðirnar, sum her eru kunngjørdar eru frá logginum og teimum bandaðu samrøðunum hjá MRCC, TR og Politistøðini.
Vit vilja eisini við hesum biða allar bátaeigarar og brúkarar um at hyggja á heimasíðuni hjá MRCC/TR og kunna seg, um hvat ein skal gera, tá ið ein er komin í neyðstøðu.


Vinalig heilsan
MRCC Tórshavn