Far til forsíðu
11-05-2012 18.18.33
Sjúkur maður frá trolara fluttur á Landssjúkrahúsið við tyrlu
Tann 8. mai kl. 14.05 boðaði skiparin á trolaranum Stjørnan MRCC Tórshavn frá, at teir høvdu ein sjúkan mann umborð, sum sambært lækna hevði bráneyðugan tørv á tyrluflutningi til Landssjúkrahúsið. Skipið var statt 94 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabergi. Kl. 14.29 fór tyrlan hjá Atlantsflog úr Vágum. Teinurin av flogvøllinum var 127 fjórðingar.
Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið kl. 16.53.