Far til forsíðu
07-06-2017 12.33.56
Rás 16 og 23 á Hestinum í Suðuroy eru aftur virknar
Kunngerð: Tøknisku umleggingarnar á Hestinum í Suðuroy, ið hava verið gjørdar seinastu dagarnar, eru fyribils endaðar, men ikki heilt liðnar. VHF-antennurnar hjá Tórshavnradio eru fyribils komnar upp í 25 metra hædd, men ætlanin er, at hesar skulu upp í 50 metra hædd, ið er hæddin á nýggju mastrini á Hestinum. Hetta arbeiðið verður ætlandi gjørt í august mánað, tá donsku tøkningarnir vera aftur í Føroyum.

Vinaliga
Tórshavnradio