Far til forsíðu
28-04-2017 12.43.42
Áheitan á fólk, sum ferðast við báti.
Nú, tá tíðin við bátafestivalum nærkast og frítíðarbátarnir so smátt fara í gongd aftur, vil MRCC Tórshavn koma við hesi áheitan:


1. Siglið ikki ávirkaði.

2. Kannið veður, vind og streym, áðrenn farið verður.

3. Siglið ikki troytt og móð.

4. Havið kravda bjargingarútgerð umborð.

5. Minnist til at VHF rás 16 er neyðrásin, og eigur at verða nýtt, tá á stendur. Tí skal rás 16 altíð standa opin og fartelefonin eigur at koma í aðru røð.

6. Roynið radioútgerðina við jøvnum millumbilum.
Kallið Tórshavnradio til eina radioroynd, endið kallið við at siga, hvørji rás tit eru á. Tað er ókeypis at gera slíka roynd

7. Nýtið vit og skil og góðan sjómanskap.


GOTT BÁTAÁR OG GOTT SUMMAR.



Bestu heilsur
MRCC Tórshavn