Far til forsíðu
26-10-2010 09.02.10
Bátur uppsteðgaður uttanfyri Nýhavn mánakvøldi.
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
týsdag, 26. oktober 2010




Bátur uppsteðgaður uttanfyri Nýhavn mánakvøldi.
Tað tók bert tíggju minuttir frá tí at MRCC kallaði Lív út, til Lív var hjá tí uppsteðgaða bátinum, sum var farin á land undir Eik banka úti við Strond.
Klokkan 2044 mánakvøldi fekk MRCC boð frá 112 um, at ein skjóttgangandi bátur við fýra persónum umborð, var uppsteðgaður uttan fyri Nýhavn í Tórshavn og rak móti landi. Vindurin var landsynningur 11 m/s.
Klokkan 2045 var Rescue Lív útkallaður.
Klokkan 2055 var Lív hjá bátinum.
Klokkan 2056 byrjaði Lív at sleipa bátin til Argir.
Klokkan 2132 kom Lív til Argir við bátinum.
Eingi persónur var komin til skaða av hendingini.





Vinalig
MRCC Tórshavn
Tórshavnradio