Far til forsíðu
23-02-2010 16.30.02
MRCC hevur havt vitjan av North Sea Expert Working Group
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
23, Februar 2010


MRCC Tórshavn hevur havt vitjan í tveir dagar av North Sea Expert Working Group til at gera víðkaða samstarvsavtalu av North Sea AIS .


Luttakararnir vóru úr Føroyum, Bretlandi, Belgia, Frankaríki, Svøríki, Norra og Danmark. Vitja varð á MRCC/TR og Færøernes Kommando.
MRCC Føroyar gjørdust limur í bólkinum, sum samstarvast um North Sea AIS, í 2007.
Samstarvið um North Sea AIS, er ein avtala um, at øll lima londini geva AIS data til ein servara, sum hevur sæti á Farvandsvæsenet í Keypmannahavn. Øll limalondini hava atgongd at fáa data frá øllum limalondunum úr North Sea Servaranum. Tað vil við øðrum orðum siga, at MRCC Tórshavn fær eitt samla bílæt við øllum AIS skipum úr Norðsjónum, Ermarsundi, Norra, Englandi, Skotlandi, Hetlandi og Írlandi.
Tað hava verið fleiri fundir í hesum bólkinum um víðkaðan av avtaluni og innliman av øðrum londum. Frankaríki bleiv limur í bólkinum í 2009.
Henda víðkaða avtalan, sum bleiv liðug í Tórshavn, handlar um heimildir og avmarkingar, at geva data úr North Sea Servaranum til myndugleikar og aðrar í limalondunum.




Vinarligast
MRCC Tórshavn

Fleiri upplýsingar fáast hjá Robert Olsen, leiðara, á telefon 23 13 11.