Far til forsíðu
19-06-2012 13.27.02
Tyrlan bar skjótt at í morgun
Tyrlan hevði fyrrapartin ikki minni enn tveir sjúkraflutningar av Sandoynni. Frá tí at MRCC gav boðini vóru ikki meira enn 9 minuttir til tyrlan var á flogi. Tað vísti seg so seinni at tað var ein sjúklingur aftur at, sum skuldi flytast við tyrluni, so hon fór suður aftur einaferð afturat. Tað gekk minni enn 1 tími til báðir sjúklingarnir vóru á Landssjúkrahúsinum.