Far til forsíðu
05-07-2012 22.39.05
Færøernes Kommando flytir inn í leigaði hølir á Tinghúsvegi 64 í Tórshavn
MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovnur Føroya hava í dag skrivað undir leigusáttmála við Færøernes Kommando, sum hevur við sær, at Færøernes Kommando í næstum flytir inn í leigaði hølir á Tinghúsvegi 64 í Tórshavn, har MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovnur Føroya dagliga húsast.
Í Danmark er gjørd ein politisk semja um, at Færøernes Kommando og Grønlands Kommando skulu leggjast saman í eina “Værnsfælles Arktisk Kommando”, sum verður staðsett í Nuuk í Grønlandi. Samanleggingin av Færøernes Kommando og Grønlands Kommando er m.a. gjørd fyri at gera virksemið hjá donsku verjuni í Norðuratlantshavi meira virkisført.
Færøernes Kommando, sum í sambandi við samanleggingina við Grønlands Kommando skiftir navn til “Forbindelseselement Færøerne under Værnsfælles Arktisk Kommando”, riggar tískil í hesum døgum av sítt virksemi í Mjørkadali og flytir inn til MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovn Føroya á Tinghúsvegi 64 við 4-6 starvsfólkum. Virksemið, sum danska verjan higartil hevur havt í Føroyum við verjuskipi og tyrlu, heldur áfram sum vanligt.
Væntandi byrja starvsfólkini hjá Færøernes Kommando at flyta inn í hølini á Tinghúsvegi 64 um miðjan august mánað í ár. Nakrar umvælingar skulu fyrst gerast, áðrenn klárt er at flyta inn.
MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovnur Føroya fegnast um, at starvsfólkini, sum danska verjan hevur eftir í Føroyum, kunnu flyta inn í leigaði hølir á Tinghúsvegi 64. Søguliga, hava MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovnur Føroya í mong ár havt eitt tætt og gott samstarv við Færøernes Kommando í sambandi við uppgávur, sum hava við leiting og bjarging (Search and Rescue) á sjónum at gera. MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovnur Føroya vóna og vænta, at hetta góða samstarv heldur áfram og verður styrkt, nú myndugleikarnir koma at húsast undir somu lon.
Nærri upplýsingar um leigusáttmálan kunnu fáast við at venda sær til Henrik Weihe Joensen, virkandi stjóra á MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovni Føroya, á tlf. 285922.