Far til forsíðu
25-09-2009 19.01.54
Sjúklingur tikin av tangaskipi eystan fyri Føroyar
Klokkan 1500 UTC fekk MRCC Torshavn boð frá MRCC Shetland, at ein av manningini umborð á tangaskipinum Mayfair var fallin í óvit. Mayfair var tá staddur okkurt um 80 fjórðingar eystur úr Fugloynni.

Teir boðaðu frá at neyðugt var at fáa mannin av skipinum beinavegin, at skiparin var í sambandi við heilsumynduleikarnar í Onglandi, og at maðurin lá enn uttan vit.

MRCC Shetland bað tí MRCC Torshavn taka sær av hesum, tí skipið var innan fyri føroyska bjargingarøkið.

Tyrludeildin hjá Atlantic Helicopters fekk beinanvegin boðini, og tyrlan Bell 412 Rescue SR bleiv biðin um at taka sjúklingin av skipinum.

Umleið klokkan 1540 UTC fór bjargingartyrlan úr Vágum, kl 1620 UTC var hon hjá skipinum, og kl 1630 UTC var maðurin fingin umborð á tyrluna, sum síðan setti kós móti landi.

Umleið klokkan 1750 UTC lendi tyrlan við Landssjúkrahúsið, og sjúklingurin kom undir læknahond.

Myndir frá túrinum kunnu síggjast á:
http://www.youtube.com/watch?v=NIZlvlZU278
og á http://www.youtube.com/watch?v=ZJccFDzniWo