Far til forsíðu
12-01-2011 21.52.34
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
Útróðrarbátur hálvdist.

Eingi kom til skaða, tá útróðrarbátur hálvdist umleið 10 fjórðingar í ein útsynning úr Trøllhøvda.


Klokkan 1910 fekk MRCC boð frá politistøðini um, at útróðrarbáturin Marianna FD1221 var hálvdur 10 fjórðingar vestur úr Trøllhøvda. Manningin, tveir manns vóru farnir í gummibátin, og høvdu teir fartelefon við sær.
Klokkan 1911 tosaði MRCC við ein av monnunum umborð á gummibátinum.
Klokkan 1913 varð tyrla útkallað.
Klokkan 1916 móttók Tórshavnradio alarm frá EPIRB'i hjá útróðrarbátinum, tó uttan knattstøðu.
Klokkan 1916 varð Lív útkallaður.
Klokkan 1925 fór Lív avstað.
Brimil, sum lá í Tórshavn og Triton, sum var stutt norður úr Mykinesi, vóru biðnir um at fara til hjálpar.
Tað vórðu fleiri skip í økinum, sum kvittaðu fyri neyðboðini Tórshavnradio sendi út.
Klokkan 1952 var tyrlan yvir økinum.
Klokkan 1956 fekk TR. neyva knattstøðu frá EPIRB'inum, sum varð 10,6 fjóðringar í ein útsynning úr Trøllhøvda.
Klokkan 2005 hevði tyrlan funnið gummibátin og byrjaði at bjarga monnunum.
Klokkan 2012 vóru menninir komnir upp í tyrluna, og fluttir á Landssjúkrahúsið, har teir komu klokkan 2025.
Lív kom á staðið klokkan 2110 og tók gummibátin umborð.
Brimil og Triton hildu á fram at leita eftir vrakinum av Marionnu.



MRCC Tórshavn
Tórshavnradio