Far til forsíðu
23-01-2012 16.54.32
Broyting í leiðslubygnaði á MRCC/Tórshavnradio
Stjórin á MRCC/Tórshavnradio, Robert J. Olsen, sum seinastu árini hevur myndað leiðsluna á stovninum, hevur sagt seg úr starvi frá 17. januar 2012 at rokna.
Fiskimálaráðið hevur tískil tikið avgerð um, at Henrik Weihe Joensen, stjóri á Tilbúgvingarstovni Føroya, fyribils tekur yvir starvið hjá Robert Olsen. Hetta merkir, at frá í dag, 17. januar 2012, og eina tíð frameftir, er Henrik Weihe Joensen stjóri fyri báðar stovnarnar á Tinghúsvegi 64, tað merkir MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovnin.
Jens Julian Reinert heldur áfram sum varaleiðari á MRCC/Tórshavnradio.
Fiskimálaráðið fer í nærmastu framtíð at viðgera leiðslubygnaðin við atliti at eini endaligari loysn.