Far til forsíðu
13-07-2010 16.56.34
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn týsdagin 13.Juli 2010
Spennandi og væleydnað venjing við OKB-bólkin hjá politinum.

Venjingin fór fram á sjónum eystanfyri Sandoynna við OKB-bólkin í dag.

Í samband við oljuleitingina hjá ENI, við boripallin West Phoenix, sum skal byrja í Føroyskum økið í juli mánað, varð hildin ein trygdarvenjing hjá OKB-bólkinum.
Smyril var við í venjingini, sum boripallurin West Phoenix.
Klokkan 1445, tá Smyril var á veg til Suðuroyar og var komin 1,3 fjórðingar í ein landsynning úr Skálhøvda, lupu fimm persónar hjá OKB- bólkinum á sjógv í vátdraktum og bjargingarvestum. Lív var staddur nærhendis hjá persónunum á sjónum.
Klokkan 1447 fekk Tórshavnradio boð um hendingina, og klokkan 1451var tyrlan umbiðin at fara at leita eftir persónunum og taka teir upp.
Klokkan 1534 var tyrlan á staðnum har persónarnir vóru farnir á sjógv.
Klokkan 1548 fann tyrlan persónarnar, og klokkan 1557 vóru allir fimm umborð á tyrluni. Allir høvdu tað gott og tyrlan flutti teir á Landsjúkrahúsið.


Eindirnar í venjingini vóru
OKB- Bólkurin
MRCC og Tórshavnradio
Atlantic Helecopters.
Smyril
Lív



Fleiri upplýsingar fáast hjá Robert Olsen, leiðara á MRCC, á telefon 35 13 02.