Far til forsíðu
26-05-2009 13.28.26
Venjing í djúpinum
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
leygardagin, 7. februar 2009


Venjing í Djúpinum



Leiti venjing, varð hildin í Djúpinum í dag.

Djúpini vóru í dag karmur um eina samskipaða venjing
Venjingin byrjaði klokkan 10.00 í morgun, tá MRCC fekk eini boð um, at ein russari var bangin um 6 av vinfólki hansara, sum vildu svimja frá Leirvík til Gjáar og ikki vóru komin fram.
Venjandi partarnir vóru, MRCC/TR, FRK, Triton, Týr, Brimil, Tjaldrið, Ziska og Lív.
Venjing var liðug klokkan 12.30 tá allar dukkurnar vóru funnar og tiknar inn. Venjing gekk væl og endaði sostatt fyri ásettu tíð.
Venjingin var m.a. hildin fyri at venja samskipanina millum eindirnar hjá FVE, Bjargingarfeløgini, FRK, fremmandu eindina Týr og MRCC/TR og at kanna rák av persónum í Djúpinum.



Vinalig heilsan
MRCC Tórshavn
Tórshavnradio