Far til forsíðu
01-07-2009 14.13.31
Nýggj heimasíða
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn



MRCC og Tórshavnradio hava fingið nýggja heimasíðu. Vit vilja við hesum greiða eitt sindur frá, hvør vit eru og hvørjar okkara uppgávur eru.
Føroya Landsstýri yvirtók málsøkið leiting og bjarging á sjónum innanfyri 200 fjórðinga markið tann 2. apríl 2002. Uppgávan bleiv løgd undir FISK. Samstundis varð MRCC stovnað, og síðani lagt saman við Tórshavnradio.
MRCC og Tórshavnradio eru stovnar undir Tilbúgvingarstovni Føroya.

Tilbúgvingarstovnur Føroya er samansettur av MRCC Tórshavn, Tórshavnradio, Brunaumsjón Landsins og Tilbúgvingarsamskipan Føroya og heldur til á Tinghúsvegi 64 Tórshavn.
MRCC Tórshavn er eitt “Maritime Rescue and Co-ordinating Centre” og hevur vakt á telefon 351300 alt døgnið, fyri at taka ímóti neyðboðum, dálkingarfráboðanum og øðrum trygdarfráboðanum. MRCC Tórshavn hevur eisini vakt alt døgnið á telefon 351302 til vanliga avgreiðslu.
MRCC Tórshavn samskipar leiting, bjarging og sjúkraflutning við tyrlu á sjógvi og landi.

Tórshavnradio er ein radiostøð, sum hevur lurtivakt døgnið runt á øllum neyðrásum. Samstundis tekur Tórshavn radio ímóti EPIRB fráboðanum og sendur út siglingarávaringar til skip og bátar. Slíkar ávaringar verða eisini sendar á NAVTEX .
Tórshavnradio hevur eisini 24 tímar vakt til avgreiðslu av vanligum fjarskiftissamrøðum.

Vit vóna at heimasíðan er brúkaravinarlig. Hon er bygd upp soleiðis, at MRCC og Tórshavnradio hava hvør sínar egnu teigar, har brúkarin kann finna hendingar, ávaringar, kunning og leiðbeining.
Tórshavnradio hevur m.a. kunning og leiðbeining um handfaring av DSC, Mayday, PAN PAN og Securite kalli.

Sum nakað nýtt hava vit ein teig sum eitur Nøgdsemiskanning har tú finnur eitt nøgdsemiskanningar skjal sum kann sendast beinleiðis til MRCC tá ið tú hevur útfylt skjali.



Vinarliga
Robert J. Olsen