Far til forsíðu
01-06-2012 13.25.48
MRCC/Tórshavnradio við í arktiskum samstarvi í sambandi við venjing í leiting og bjarging (SAR).
Arktiska Ráðið - sum er samstarv millum lond í arktiska økinum - skipar í heyst fyri felags venjing innan leiting og bjarging (SAR) á sjónum nevnd SAREX-Greenland 2012.
Fyrireikandi fundir hava verið hildnir í samband við venjingina, sum eftir ætlan verður miðskeiðis í september mánað í ár. Sjálv venjingin fer fram í norðureysturgrønlandi.
Seinasti fundurin í hesum sambandi varð hildin hjá donsku verjuni á Holmen í Keypmannahavn tann 24.-25 mai. Umboð fyri MRCC/Tórshavnradio vóru við til fundin, og er ætlanin eisini, at stovnurin skal taka lut í venjingini í fjarstøðu umframt at virka sum eygleiðari.
Føroyar eru limir í Arktiska Ráðnum ígjøgnum Danmark, og er gjørdur ein SAR-sáttmáli millum limalondini, sum løgmaður vegna Føroyar undirritaði í Nuuk í mai mánað 2011. Venjingin tekur støði í hesum SAR-sáttmála, og er ein liður í menningini av tilbúgvingini í økinum sum ein avleiðing av, at arktiska økið framyvir væntandi letur upp fyri vaksandi virksemi.