Far til forsíðu
13-10-2011 08.00.49
Vaktgangandi starvsfólk til MRCC-Tórshavn
Eitt starv sum vaktgangandi á MRCC-Tórshavn (Maritime Rescue Co-ordination Centre) er leyst at søkja.

Starvið inniber hesar uppgávur :
. Skiftandi vaktir og ábyrgd av vaktini.
. Tilkallivakt.
. Móttaka fráboðanir og taka støðu til hjálparveitingar í føroyskum sjóøki.
. Vanligt fyrifallandi arbeiði á vaktini, t.d. skráseta ymiskt í sambandi við tilbúgvingina

Førleikakrøv:
• Nautiska ella aðra viðkomandi útbúgving
• Duga at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum
• Kunnleika til teldur
• Fullgilt GMDSS prógv.

Setanartreytir:
Starvið er lønt í 28. lønarflokki sambært avtalu millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið. Starvsheitið er eftirlitsfólk.
Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og
Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin í løtuni er MRCC-Tórshavn.

MRCC bjóðar:
Eitt avbjóðandi starv, sum virkar undir altjóðareglum hjá IMO og føroyskum
lógarverki.
Ískoytislæru um: Leiting og bjarging og hvussu farast skal fram.

Persónligir eginleikar:
Kunna arbeiða sjálvstøðugt. Vera fyrikomandi og duga at samstarva við allar
partar í tilbúgvingini her á landi og í útlandinum.

Meira fæst at vita:
Um starvið við at venda sær til MRCC- Tórshavn, Robert J. Olsen, tlf. 351302, far.tlf. 231311 ella teldupost manager@mrcc.fo

Umsøknir:
Saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu verða MRCC-Tórshavn, Tinghúsvegur 64, 110 Tórshavn í hendi áðrenn hósdagin 10. november 2011 kl. 1400.