Far til forsíðu
17-11-2014 17.11.25
Forkunnug vitjan á MRCC
Manningin á flogfarinum hjá íslendsku sjóverjuni vitjaði seinnapartin týsdagin MRCC.

Flogfarið var í Føroyum í samband við virksemi hjá donsku sjóverjuni í Føroyum, og í hesum sambandi komu teir á gátt hjá MRCC á Tinghúsvegi 64 í Havn.

Ætlanin var at hava eina venjing mikudagin um middagsleitið, áðrenn flogfarið skuldu yvir aftur til Íslands. Men tí veðrið varð verri enn ætlað var um, varð venjingin avlýst.

Tað var spell, tí nógvar eindir vóru klárar at fara avstað. Vaktar- og bjargingarskipið Brimil, tyrlan hjá Atlantsflogi og so bjargingarbátarnir Lív, Sverri og Vón skuldu øll taka lut saman við íslendska flúgvararanum.

Í staðin kom íslendska manningin niðan aftur til MRCC, har uppleggið til venjingina bleiv gjøgnumgingið og møguleikarnir viðgjørdir. Síðani greiddu íslendingarnir frá teknisku møguleikunum teir hava við flogfarinum. Eitt nú hava teir sera góðar radarar umborð, sum kunnu síggja olju á sjónum eins væl og onnur ting. Manningin greiddi frá eini hending í Miðjarðarhavinum har teir sóu eina lítla boyju úr 40 fjórðingum.

Íslendska sjóverjan fekk flogfarið fyri nøkrum árum síðani - í teimum “góðu” tíðunum í Íslandi. Fíggjarkreppan hevur síðani havt við sær, at flogfarið hevur verið leigað nógv út, tí ráðini hava ikki verið so góð at havt flogfarið í Íslandi.

Mikudagin seinnapartin fór flogfarið avstað aftur til Íslands.