Far til forsíðu
06-11-2012 14.19.21
Felags leitivenjing eystanfyri
Fyrrapartin ídag, frá kl 0900 ímorgun til umleið middags, hava Brimil, Tjaldrið, Lív, Ziska, Triton, og so eisini nýggi báturin hjá Eiðis bjargingarfelag Vón, luttikið í eini felags venjing eystanfyri.

Føroyska bjargingartyrlan hevði í morgun slept 4 dukkum á sjógv, sum leitað var eftir, men tyrlan var annars ikki við í sjálvari leitingini.

Ein ímyndað hending var síðan nýtt sum grundarlag undir venjingini, sum bleiv samskipað av MRCC Tórshavn, ígjøgnum Tórshavnradio.

Eftirmeting var ídag umborð á Brimli, har luttakandi partarnir fingu høvi at siga sína hugsan, soleiðis at samskipan og leitingararbeiði støðugt kann verða ment.