Far til forsíðu
03-03-2012 09.30.54
Farmaskipið Sunny Lina, kallimerkið V4JU2 farið á land á Kunoy.
Í gjárkvøldi tann 2. mars klokkan 21.13 fekk MRCC boð frá Ziska, at farmaskipið Sunny Lina hevði bakkað á land á Kunoy.
Brimil var á staðnum um 22.30 tíðina.
Skipið stendur fast og róður og skrúva hava fingið stóran skaða, skipið er tætt og vandi er ikki fyri manningini, sum øll enn er umborð á farmaskipinum.
Skipið hevði lastað farm við Ánirnar og skuldi fara á Fuglafjørð tá óhappið hendi.
MRCC veit ikki at siga hví, men Sunny Lina tók at bakka við nógvari ferð, akkerið var kastað, men tað helt ikki og hereftir bakkaði skipið á land beint við eitt alibrúk, sum partvís fekk skaða í hendingini.
Ziska fór ein túr at kannað støðuna um fýra tíðina í morgun, tá var flóð, støðan var góð eftir umstøðunum.
Skipið er bygt í 1980 og er 2493 BT, longdin er knappar 91 m og breiddin er 13,4 m.
Oljubyrgingar eru lagdar út.
Lands- og kommunala tilbúgvingin fer at hava ein ástøðisfund í fyrrapartin, um hvussu farast skal víðari fram í málinum.
Fleiri upplýsingar um málið verða latnir almenninginum seinni.