Far til forsíðu
08-11-2011 15.47.13
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
Venjing í Vágahavinum

Um hálvgum tíggju tíðina í morgun byrjaði ein venjing í Vágahavinum.
Frammanundan hevði tyrlan slept tríggjar dukkur út.
Venjingin byrjaði við at Smyril boðaði MRCC frá at tríggir mans manglaðu tá teir komu til Havnar, teir høvdu siglt vestanfyri Sandoynna.

Kl. 09.20 setti Smyril seg í samband við MRCC.
At byrja við vóru Brimil, Smyril og Vædderen tilkallaðir at leita.
Brimil var útnevndur til at samskipa leitingina á staðnum (OSC).
Kl.12.00 var Smyril tikin út úr leitingini fyri at halda ferðaætlanina.
Kl.11.50 var tyrlan útkalla til leiting.
Kl.12.44 var tyrlan í leitiøkinum.
Millum kl. 12.44 og 14.08 vóru allar tríggjar dukkurnar funnar av tyrluni. Tyrlan hivaði eina dukku upp og tvær vóru tiknar upp av Brimil og tyrlan loraði tað triðju dukkuna umborð á Brimil .
Venjingin endaði kl. 14.42

Evni í venjingini var at venja samskifti, at gera leitiøkir, rákið, leiting frá skipum og at øll leiting á staðnum skuldi verða samskipað av Brimil.


Við í venjingini vóru.
MRCC Tórshavn.
Tórshavnradio.
Smyril.
Vaktarskipið Brimil.
Vaktarskipið Vædderen.
Atlantic Helicopters.



MRCC/TR