Far til forsíðu
16-05-2012 22.02.45
Javnan sjúkraflutningur við tyrlu
Bjargingartyrlan hjá Atlantic verður javnan boðsend til sjúkraflutning millum oyggjarnar. Talan er oftast um sjúkraflutning frá plássum, har vánaligt veg- ella skipasamband er til meginøkið.

Higartil í ár eru 11 sjúkraflutningar umbidnir við tyrlu, frá útoyggjunum til Landssjúkrahúsið. Bara í dag hava 2 slíkir flutningar verið. Yvirlit yvir sjúkraflutningar sæst á: http://www.mrcc.fo/index.asp?pID={957FC269-9DDD-4FC4-9DAF-9CAE12370FA9}