Far til forsíðu
30-03-2015 13.36.34
Venjing umborð á Norrønu
Klokkan 8.30 í morgun boðaði Norrøna frá til Tórshavn Radio, at eldur var í maskinrúminum. Skipið var tá statt millum Stong og Eystnes. Danska sjóverjuskipið Thetis og vaktarskipið Brimil vóru í økinum, so tey komu skjótt til Norrønu.

Harafturat vóru bjargingarbátarnir Ziska úr Klaksvík, Vón av Eiði, Sverri úr Vágunum og Lív úr Havn til reiðar at taka lut í venjingini. Tyrlan hjá Atlantic Airways var eisini á flogi í sambandi við venjingina.

Fleiri enn 20 fólk fóru umborð á Norrønu at hjálpa. Talan var um roykkaravar frá Thetis og Tórshavnar Sløkkiliði, innsatsleiðari og lækni. Veðrið var gott, so hjálparfólkið slapp umborð á Norrønu av Thetis - umvegis bjargingarbátin Ziska, sum legði seg ímillum bæði skipini.

MRCC hevði yvirornaðu ábyrgdina av at samskipa bjargingini, meðan sjóverjuskipið Thetis hevði leiðsluna á staðnum vegna MRCC. Løgreglan hevði í hesum sambandi ábyrgdina av at hjálpa og halda skil á fólki, sum var flutt av Norrønu.

Brimil setti enda á
Í venjingini misti Norrøna motororkuna av eldinum í maskinrúminum, so vandi var fyri at skipið fór at reka. Tískil var avgjørt at royna at seta ein enda av Brimli fastan á Norrønu.

- Tað hava vit ikki roynt fyrr, men tað eydnaðist væl, sigur Edvard Bjarnason, leiðari á MRCC.

Við hesi royndini varð staðfest, at Brimil orkar í øllum førum at halda Norrønu í eini neyðstøðu. Støðan umborð á Norrønu var álvarslig, tí í simuleraða ruðuleikanum fóru tvey fólk á sjógv, sum vóru tikin upp av manningini á Vón. Tey bæði fólkini vóru, saman við 7 øðrum fólkum av Norrønu, sett umborð á Brimil.

Tyrlan flutti fólk til lands
Tyrlan hjá Atlantsflog setti seg umborð á Norrønu og flutti fimm fólk, sum høvdu fingið skaða, á Boðanes. Tíverri barst sjúkraflutningstænastuni frá at taka lut í venjingini, so sjúklingarnir komu ikki longur.

Fleiri enn 200 fólk tóku lut í venjingini, sum hevur til endamáls at tryggja, at mannagongdir umborð á Norrønu virka sum ætlað og at eftirkanna og venja mannagongdir og samskifti millum Smyril Line og avvarandi myndugleikar í kreppustøðu.

Venjingin gekk í høvuðsheitum væl, tó at tað altíð eru smálutir, sum arga.

- Fyrsta løtan, tá boðini koma er altíð hektisk, men rættiliga skjótt var tamarhald á støðuni, sigur Edvard Bjarnason.

Allir partar eftirmeta venjingina 9. apríl.