Far til forsíðu
24-03-2016 12.00.24
VHF - arnir rigga ikki nóg væl hjá smábátunum.
Vaktarskipini sleipa ofta bátar til lands, sum hava trupulleikar. Men samskiftið verður illa darvað av, at VHF sendararnir umborð á summum bátum rigga ikki nóg væl.

Nú bátarnir royna á Norðhavinum, og bátatíðin nærkast, er umráðandi at bátur og trygdarútgerð er í góðum standi. Men tað kann staðfest, at ikki allir bátar hava VHF’in í lagi.

Tað kemur ofta fyri hesa tíðina, at smábátar hava brúk fyri sleipi ella aðrari hjálparveiting frá vaktarskipunum. Men tíverri kemur tað ofta fyri, at VHF’urin hjá bátunum ikki riggar, ella hoyrist nóg væl. Bátarnir fáa tá hvørki samband við Tórshavnradio ella vaktarskipini á VHF'inum og tað darvar samskiftinum illa.

Óli Hans Olsen, skipari á Brimli, heitir á tey, sum fara á sjógvin, um at eftirkanna VHF'in við at rópa á Tórshavnradio, áðrenn farið verður avstað.

- Tað er ókeypis at rópa á Tórshavnradio til eina radioroynd, so tað vil eg heita á bátar at gera við jøvnum millumbilum, sigur Óli Hans.

Um várið og summarið eru nógvir frítíðarbátar á floti og á bátafestivalum. Tí hevur tað týdning at eftirkanna bátin, áðrenn farið verður avstað. MRCC heitir á fólk um at nýta vit og skil í bátinum og annars fylgja hesum leiðreglum:

1. Siglið ikki ávirkaði
2. Siglið ikki troytt og móð.
3. Havið kravda bjargingarútgerð umborð.
4. Minnist til, at VHF rás 16 er neyðrásin, og eigur at verða nýtt, tá ið á stendur. Tí skal rás 16 altíð standa opin og fartelefonin eigur at koma í aðru røð.
5. Roynið radioútgerðina við jøvnum millumbilum. Kallið Tórshavnradio til eina radioroynd, endið kallið við at siga, hvørji rás tit eru á. Tað er ókeypis at gera radioroyndina.
6. Nýtið vit og skil og góðan sjómansskap.