Far til forsíðu
27-09-2011 11.46.26
Venjing norður úr Djúpunum
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
týsdag 27. September 2011
Venjing norður úr Djúpunum

Um níggjutíðina í morgun byrjaði ein venjing norður úr Djúpunum.
Frammanundan hevði tyrlan slept fýra dukkir út.
Venjingin byrjaði við at FRC (fast rescue craft) báturin hjá Brimli við fýra monnum umborð var á veg at kanna ein fiskibát nevndur Túgvan. Tá ið ein tíð var liðin royndi Brimil at fáa samband við FRC bátin, men fekk einki svar.
Brimil setti seg í samband við Túgvuna, fyri at spyrja um teir høvdu sæð FRC bátin. Túgvan svaraði at teir høvdu ikki sæð nakran bát.

Kl. 09.08 setti Brimil seg í samband við MRCC og greiddi frá um óttastøðuna og byrjaði at leita.
Tjaldrið og Ziska vóru boðsendir til leiting.
Millum kl. 09.54 og 10.19 vóru allir fýra persónarnir funnir. Ziska fann tveir og Brimil fann tveir. Allir fýra vóru tiknir umborð á Ziska. Leiti økið hjá Tjaldrinum var syðri á, tí funnu teir ongan persón.
Venjingin endaði kl. 10.25

Evni í venjingini var at venja samskifti, at gera leitiøkir, rákið, leiting frá skipum og at øll leiting á staðnum skuldi verða samskipað av Brimil.

Samstundis hevði Fiskiveiðueftirlitið eina innanhýsis venjing.


Við í venjingini vóru.
MRCC Tórshavn.
Tórshavnradio.
Fiskiveiðieftirlitið.
Vaktarskipið Brimil.
Vaktarskipið Tjaldrið.
Ziska



MRCC/TR